Í fjør vóru tað munandi færri, sum ferðaðust ímillum Suðuroynna og Havnina, enn tað vóru í 2024.
Orsøkin er fyrst og fremst at Smyril fór í dokk og at grikska ferjan, Galaxy røkti suðuroyarsiglingina í slakar sjey vikur frá 23. august til 14. oktobur.
Tann tíðin var so merkt av broytingum og avlýsingum - at nógv virksemi í Suðuroy varð lagt lamið, tær vikurnar Galaxy sigldi.
Tilsamans 273.344 ferðafólk og 112.487 bilar um Suðuroyarfjørð í 2024. Men í fjør vóru tað 263.911 ferðafólk og 105.968 bilar, sum vórðu flutt ímillum Suðuroynna og Havnina.
Tað vil siga, at ferðafólkatalið var 9.433 ferðafólk færri í fjør enn í 2024 og talið á bilum var 6.519 bilar færri.
Teir flestu mánaðirnar í fjør var bæði talið á ferðafólki annars størri í fjør enn tað var í 2024.
Men tað er serliga tíðin, har Galaxy sigldi, sum ger munin
Í septembur og oktobur í 2024, vóru 45.262 ferðafólk við Smyrli, en í sama tíðarskeiði í fjør vóru tey bara 29.078 ferðafólk um Suðuroyarfjør.
Sostatt vóru tað 16.184 ferðafólk færri í septembur og oktobur í fjør. Og sum tað sæst minkaði ferðafólkatalið eisini í august, tá ið Galaxy fór undir siglingina, so tilsamans kostaði Galaxy eini 16.600 ferðafólk á Suðuroyarleiðini upp á sjey vikur.
Í septembur og oktobur í 2024, flutti Smyril 18.617 bilar um Suðuroyafjør, men í sama tíðarskeiði í fjør var talið 12.374 bilar, ella 6.243 bilar færri.
Landsstýrismaðurin hevur áður upplýst, at gesar 51 dagarnar, Galaxy sigldi, vóru 14 dupulttúrar avlýstir. Tað eru 14 prosent av øllum túrunum. Sostatt var reglusemið hjá Galaxy bara 86 prosent.
Somu dagar í fjør avlýsti Smyril fimm dupulttúrar – ella 3,8 prosent av túrununum. Sostatt var reglusemið hjá Smyrli 96,2 prosent.
Galaxy avlýsti 14 dupultúrar, 13,5 prosent av túrunum, og regulariteturin var 86,5 prosent. Smyril avlýsti 5 dupulttúrar, ella 3,8 prosent, og sostatt var regulariteturin 96,2 prosent.
Samstundis sigur landsstýrismaðurin, at í tríggjar dagar – ella seks prosent av tíðini – var eingin sigling yvirhøvur við Galaxy.