Ongi úrslit

Nógv færri amputatiónir í Føroyum orsakað av gransking

Nýggju viðgerðirnar fyri beinsár eru eitt gott dømi um, hvussu vit við at brúka vísindaliga grundaða vitan kunnu gagnnýta okkara tilfeingi nógv betri. Vitanin er spjadd út til ymsar fakbólkar og sparir okkum tíð, pengar og orku, sigur Jan Rasmussen, leiðandi yvirlækni á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum

gransking.fo
2 tímar síðan

Nýggj viðgerð og handfaring av beinsárum hjá fólki við diabetes hevur havt við sær, at nógv færri beinamputatiónir verða gjørdar á Landssjúkrahúsinum hjá sjúklingum við diabetes enn áður. Í 2023 vórðu 16 beinamputatiónir hjá diabetessjúklingum framdar á Landssjúkrahúsinum. Árið eftir minkaði talið niður í ein triðing, og ábendingar eru um, at tað fer at minka uppaftur meira.  

Nýggju viðgerðarhættirnir eru grundaðir á gransking í Danmark og tillagaðir til brúk í Føroyum í samstarvi millum Steno miðstøðina  og sárambulatoriið á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum.

- Viðurskiftini hjá diabetessjúklingum við beinsárum í Føroyum vóru ikki nøktandi. Títtleikin av  beinamputatiónum í Føroyum var nógv hægri í mun til fólkatalið enn í grannalondunum. Tað er eitt stórt framstig, at sjúklingar við diabetes nú í stóran mun sleppa undan at fáa tikið beinið, sigur Jan Rasmussen, leiðandi yvirlækni á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Stórar sparingar

Beinamputatiónir hava ikki bert stórar menniskjansligar avleiðingar, men eru eisini sera kostnaðarmiklar fyri samfelagið. Mett verður, at tað kostar samfelagnum eina mió. kr. til hjálpitól, røkt og aðra viðgerð, tá ein sjúklingur fær tikið beinið.

- Nýggju viðgerðirnar fyri beinsár eru eitt gott dømi um, hvussu vit við at brúka vísindaliga grundaða vitan kunnu gagnnýta okkara tilfeingi nógv betri. Vitanin er spjadd út til ymsar fakbólkar og sparir okkum tíð, pengar og orku. Líknandi umskipanir kunnu vit gera á fleiri øðrum økjum eisini, men tað krevur, at vit eru tilvitaði um okkara virksemi, og at vit raðfesta gransking og samstarv. Bert við at geva fólki tíð og løn til at hugsavna seg, kunnu vit fáa nøktandi vitan til vega, sigur Jan Rasmussen.

Kunnu selja tænastur

At Landssjúkrahúsið nú verður uppstigað til universitetssjúkrahús er eitt gott stig á leiðini til at fremja meira sjúku- og heilsugransking, ið gevur nýggja vitan, sum kann geva betri viðgerðir og skynsamari rakstur.

- Tað eru pílar, sum peika rætta vegin. Um landið vil raðfesta tíð og orku til at lata fleiri fólk kanna torgreidd viðurskifti, so ivist eg ikki í, at heilsuverkið í framtíðini eisini kann geva eitt beinleiðis íkast til samfelagsbúskapin. Um vit lyfta okkum eitt sindur meira, kunnu vit eisini menna tænastur, ið onnur uttanlanda vilja keypa, sigur Jan Rasmussen, sum eisini er limur í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

Í gjár kl. 13:15

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46