Ongi úrslit

Nógv deyðadrukkin ungfólk í býnum í nátt

Mesta arbeiðið hjá løgregluni á Mentanarnáttini í Havn í nátt, var at hjálpa ungum fólkum, sum vóru deyðadrukkin

Áki Bertholdsen
7. juni kl. 09:17

Mentanarnátt var í Havn í nátt og har var rættiliga nógv fólk í býnun. Men tað, sum leyp í eyguni á løgregluni var, hvussu nógv blaðung fólk vóru í deyðadrukkin í nátt.

Løgreglan sigur, at at tað mesta tey høvdu at gera í nátt, var at hjálpa deyðadruknum ungum fólkum.

Eini fimm seks ungólk vórðu koyrd til hús, tí tey vóru so full, at tey funnu ikki sjálvi, og onkur mátti eisini fáa læknaliga hjálp tí tey vóru dottin.

Samstundis fer løgreglan eisini at skriva einar 8-9 frágreiðingar til sosialu myndugleikarnar um ungfólk, sum vóru drukkin í nátt.

Eini trý ungfólk fáa 3.000 krónur í bót í part fyri at berjast. Tey lógu og bardust á vegnum, men løgreglan sigur, at tað merkiliga var, at har var nógv fólk rundanum, men eingin royndi at skilja sundur.

– Fólk tóku heldur telefonirnar fram at taka bardagan upp á video, ístaðin fyri at skila sundur, sigur løgreglan.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

6. juni kl. 20:40

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

Í gjár kl. 22:34

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

15 tímar síðan

Hava mist tolið við SEV - nú er bara talan um forháling

6. juni kl. 23:39