Koronusmittan ger aftur um seg á Glasi, og hesaferð rakar hon yrkisrættaða økið í skúlanum.
- Í løtuni eru níggju næmingar á eløkinum, tað er í trimum flokkum, smittaðir positivt, sigur Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi.
Øll tey smittaðu eru innan yrkisrættaða økið, í hesum førinum eløkið, og eingin á gymnasiala økinum er smittaður, upplýsir rektarin, sum er í tøttum samstarvi við myndugleikarnar um, hvussu farast skal fram komandi dagarnar.
- Ein stórur partur av okkara yrkisrættaða øki verður lagdur niður, og næmingarnir eru settir í sóttarhald til næsta mánadag tann 31. mai. Undirvísingin verður sum fjarundirvísing á Teams, greiðir hann frá.
Hendan støðan rakar tó langt frá allar teir mongu næmingarnar á Glasi, tí eingin á gymnasialu útbúgvingunum er smittaður í løtuni. Gymnasialu næmingarnir hava próvtøkur og ársroyndir sum vanligt, upplýsir rektarin, sum tó leggur dent á, at skúlin allatíðina fylgir gongdini, sum kann broytast skjótt.
Seks næmingar á gymnasialu útbúgvingunum eru í sóttarhaldi, og teir fara sum vanligt upp til sjúkrapróvtøku seinni í ár.