Ongi úrslit

Níggju bilførarar fingu bót - og tveir fingu eisini klipp

Áki Bertholdsen
26. november kl. 07:41

Í gjár var løgreglan á landsvegnum í Norðragøtu og kannaði ferðsluna. Hetta er eitt strekki, har tað er loyvt at koyra 80.

Har vórðu ikki færri enn níggju bilførarar tiknir. Ein fekk 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið, fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi.

Annars vórðu átta bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Sjey av teimum vórðu skrivaðir fyri at koyra beint undir 100, so teir fáa bót. Men tann seinasti varð skrivaður fyri at koyra upp ímóti 110, so hann fær eisini eitt klipp koyrikortið, umframt bótina.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19