Ongi úrslit

Nevndin í Føroya Ferðaleiðarafelag heldur fram

Tveir limir stóðu fyri vali

Áki Bertholdsen
25. februar 2025 kl. 19:47

Føroya Ferðaleiðarafelag hevði aðalfund 22. februar. Hilda Thomsen og Samson Højgaard stóðu fyri vali og tey vórðu bæði afturvald.

Bergur Samuelsen og Edny Poulsen vórðu vald sum tiltakslimir. Á nevndarfundi 23. februar skipaði nevndin seg eins og áður við Hildu Thomsen sum forkvinnu, Samson Højgaard sum næstformanni og Bjørg Jacobsen sum skrivara og kassameistara.

Føroya Ferðaleiðarafelag er eitt áhugafelag og arbeiðir fyri at menna ferðaleiðarayrkið og fáa skipað viðurskifti fyri ferðaleiðarar í ferðavinnuni.

 Á myndini frá vinstru eru: Bergur Samuelsen, Bjørg Jacobsen, Edny Poulsen, Hilda Thomsen, Samson Højgaard.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12