Benjamin Netanyahu, forsetisráðharri Ísraels, segði fyrr í dag, at hann hevur givið boð um at byrja friðarsamráðingar við Libanon.
-Tí Libanon fleiri ferðir hevur endurtikið at tey vilja lata upp fyri beinleiðis samráðingar við Ísrael, gav eg í gjár stjórnuni boð um at byrja beinleiðis samráðingar við Libanon skjótast gjørligt, sigur Netanyahu sambært Reuters.
Hesar samráðingarnar fara at snúgva seg um at avvápna Hizbollah, og at fáa friðarlig viðurskifti millum Ísrael og Libanon.
Libanesiska stjórnin hevur í skrivandi løtu, ikki svarað uppá útsagnirnar hjá Netanyahu.
Ein tíma áðrenn forsetin segði hettar, segði libanesiski forsetin Joseph Aoun, at einasta loysnin á støðuni í Libanon, er at fáa vápnahvíld millum tey bæði londuni.
Hann segði seg arbeiða við einum diplomatiskum slóði um hettar málið, sum verður sæð sum positivt av altjóða aktørum.