Ongi úrslit

Erkibiskupur jarðast í Rituvík

Hann var fyrrverandi erkibiskupur í Nigeria

Jóhanna Højgaard
11. desember 2025 kl. 14:16

Nemuel Babba, fyrrverandi erkibiskupur í Nigeria, verður mánadagin borin til sín seinasta hvíldarstað í kirkjugarðinum í Rituvík.

Hetta er heimbygdin hjá konu hansara, Kaju, og staðið, har ið tey bæði hava búð hetta síðsta hálva árið.

Nemuel andaðist í heiminum, 72 ára gamal, eftir at hann í eina tíð hevði stríðst við krabbamein.

Jarðarferðin verður heldur ørðvísi, enn vit eru von við í Føroyum. Núverandi erkibiskupurin í Nigeria, Musa Panti Filibus, biskupur Peter Bartimawus, ein annar biskupur og ein prestur, koma longu leiðina úr Nigeria til Føroya at fylgja.

Orsøkin til, at teir luttaka, er tann, at Nemuel sjálvur hevur verið fyrrverandi erkibiskupur í Nigeria.

Kistan kemur í Rituvíkar kirkju nú sunnukvøldið klokkan 19.00, og sjálv jarðarferðin verður mánadagin klokkan 12.00.

Musa Panti Filibus og Peter Bartimawus fara eisini at hava ein aktivan leiklut í sambandi við jarðarferðina.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, Ovi Brim, próstur og prestarnir, Bergur Debes Joensen, verða til staðar saman við øðrum prestum í føroysku fólkakirkjuni.

Jarðarferðin verður stroymd um heimasíðuna hjá fólkakirkjuni, folkakirkjan.fo, og roknað verður við, at kirkjufólk í túsundatali úr Nigeria fara at fylgja við stroymingini.

Nemuel Babba var giftur við Kaju Nemuel sum er ættað úr Rituvík og føddist Lamhauge. Tey bæði hava í nøkur ár búð í bygdini. Hetta fyri eitt nú at hava styttri fjarstøðu til teirra næstringar.

Synirnir, tríggir í tali, búgva allir á norðara hálvkúlu. Ein í Danmark, og tveir í USA.

Á Trúboðanum ber til at lesa meira um Nemuel og hansara lívs- og starvsleið.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41