Ongi úrslit

Nei tú - um tjóðarsemjuna

René Karbech Rasmussen, valevni fyri Javnaðarflokkin
7 tímar síðan

Onkur roynir at skapa eina mynd av, at alt uttan verandi skipan við Danmark er vandamikil. Samstundis verður roynt at mála Javnaðarflokkin sum loysingarflokk. Til tað er svarið stutt: Nei tú. Javnaðarflokkurin er ikki loysingarflokkur. Harafturímóti eru vit ein semjusøkjandi flokkur. Vit vilja samanhald, og vit vilja varðveita tað, sum riggar. Samstundis hava vit ásannað, at felagsskapurin má dagførast. Vit vita tað, og danir vita tað eisini.

Tjóðarsemjan er ikki eitt uppskot um at upploysa alt tað, vit kenna. Tvørturímóti er hon ein staðfesting av, at vit vilja hoyra saman – men á einum nútímans og haldførum grundarlagi. 

Javnaðarflokkurin, sum altíð hevur gingið á odda fyri vælferðini, fer ikki at seta vælferðina í vanda. Tvørturímóti tosa vit um at tryggja hana framyvir. Vit tosa um einar tíðarhóskandi og haldførar Føroyar. Í samráðingum við danir fara vit at varðveita skipanirnar, sum tær eru, yvirtøkurnar fara fram í sama lag sum áðrenn og vit minka ikki um blokkstuðulin uttan at vælferðin er tryggjað. 

Tá flokkar og persónar kenna seg hótt og vilja mála Javnaðarflokkin sum loysingarflokk, so er tað vert at minnast til hetta. Javnaðarflokkurin er ein samríkjaflokkur flokkur og vil dagføra felagsskapin við Danmark. Harvið vilja vit tryggja vælferð og bestu karmar fyri Føroyar framyvir.

Vit slíta ikki við Danmark - vit dagføra sambandi. 


X við René Karbech Rasmussen

X við Javnaðarflokkin


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04