Ongi úrslit

NEI til skaðiliga Farsóttarlóg!

Birita Lamhauge Jóansdóttir, Valevni fyri Fólkaflokkin
4 tímar síðan

Áðren valið, var ein nýggj farsóttarlóg í gerð. Lógin kemur í kjalarvørrinum av koronu farsóttini og gevur mynduleikunum øtiliga breiðar heimildir at blanda seg uppí og stýra atferðini hjá fólkið - og er í sínum líki sera medisinsk, mekanisk og harðrend. Lógin leggur upp til, at fólk skula kontrollera, sanktionera og innrapportera hvønn annan. Líta vit afturá 2021, vóru greiðu boðini frá mynduleikunum, at tað vóru tey, ið ikki lótu seg koppseta, ið vóru smittuberarar. Hetta viðførdi eitt øgiligt trýst og sosiala og moralska útskamming á tey ókopsettu. Tað vísti seg tó, at øll smittaðu øll. 


Fólk muga tora at ivast og spyrja uttan óttað fyri at vera bólkað

Ynskja mynduleikarnir, at byrgja upp fyri skaðiligari polarisering hevur tað týdning, at fólk sleppa at siga sína hugsan og luttaka í almennum kjakið, at stúranir og undranir hjá fólki vera viðgjørdar og tiknar í álvara, at øll vísind og vitan verður viðurkend og sleppur framat, at mynduleikarnir kunnu vísa á gjøgnumskygni og samanhang í sínum avgerðum og at mynduleikarnir ikki viðvirka til, at býta fólk upp í bólkar, við eitt nú merking ella sýmbolum. Eisini eiga mynduleikarnir at taka seg úr International Health Regulations (IHR) hjá Heimsheilsustovninum WHO. Hetta regluverk er enn meira harðrent, enn uppskotið um farsóttarlóg, er gjørt av persónum, ið ikki eru fólkavaldir og ikki kunnu ábyrgdast fyri nakað, er drigið niður yvir fólkið í Føroyum uttan at nakar veit av hesum ella hvørjar fylgjur tað kann fáa, og virkar til at trumfa føroyska lóggávu.

Vit eru ikki maskinur

Menniskjan er ikki ein maskina. Vit eru eru sosialar verur, sum eru tengdar hvør at øðrum, fyri at yvirliva. Og menniskjan er eisini ein andalig vera. Góð heilsa og eitt gott og virðiligt lív, snýr seg eisini um so nógv annað, enn bert frávera av kropsligari sjúku, sum eg vóni, at vit í okkara samfelag framhaldandi fara at taka hædd fyri. Eisini í einum komandi lógaruppskotið um farsóttir.


Birita Lamhauge Jóansdóttir

Valevni fyri Fólkaflokkin


Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

Í gjár kl. 16:04