Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni vápn
Nakað av orðaskifti hevur tikið seg upp, nú tað er komið fram, at Føroyar ætla at lata Ukraina tveir skjóttgangandi bátar, sum Brim Boats á Eiði skulu smíða. Eyðstein Ó. Poulsen, sum situr í býráðnum í Klaksvík, hevur skrivað, at “Føroyar fara nú at framleiða og veita vápn til vestara partin í krígnum”. Onkur annar hevur skrivað, at Føroyar nú “rúsa seg í eini romantiskari rangfyristilling um at hava eina rollu at spæla, har [tær] onga hava.”
Sama, hvat tú heldur um leiklutin hjá Føroyum í altjóða politikki, so má eg rættleiða býráðslimin í Klaksvík. Ein skjóttgangandi bátur kann ikki flokkast sum “vápn”, um hugtakið vápn skal hava nakað analytiskt virði sum hugtak. Um vit taka eina vanliga og breiða definitión av einum vápni (Britannica), so er talan um “eitt tól, ið verður brúkt í bardaga við tí fyri eyga at drepa, særa ella sigrað á einum fígginda”. Hendan breiða definitiónin er sum so fín, men tá vit tosa um stórar vápnaðar ósemjur millum stórar bólkar (kríggj), so vildi eg presiserað definitiónina við at skoyta uppí, at eitt vápn 1) er framleitt til krígsbrúk og 2) við tí fyri eyga at gera maksimum skaða á fíggindan. Ein køksknívur kann brúkast sum vápn, men ongin, sum fæst við kríggj og vápnað stríð millum statir, vildi bólkað ein køksknív sum vápn, tí at hann er ikki framleiddur til krígsbrúk ella við tí endamáli at gera maksimum skaða á fíggindan. Somuleiðis kann ein lastbilur brúkast sum vápn (t.d. tá yvirgangsfólk koyra inn í eina mannamúgvu), men ein bilur er kortini heldur ikki eitt vápn, tí at hann er ikki framleiddur við tí fyri eyga.
Tí fer tað ongantíð at vera vápnasøla at selja bátar, ið ikki eru gjørdir til at skaða fíggindan. So nei, Føroyar selja ella lata ikki nøkrum vápn.
Hinvegin, so ber tað sjálvandi til at seta vápn á ein bát, og skjóttgangandi bátar kunnu eisini brúkast til hernaðarlig endamál. Servandu herdeildirnar hjá amerikansku sjóverjuni, Naval Special Warfare Command brúka t.d. skjóttgangandi bátar til NSW-operatiónir (har Navy SEAL eindir ofta brúka bátarnar til marine interdiction og/ella Visit Board Search & Seizure (VBSS)). Bátar eru tí sonevnd “dual-use” útgerð, tí at teir kunnu brúkast til bæði hernaðarlig og sivil endamál. Tað kann tí sjálvandi eisini hugsast, at um ongin avmarking verður sett á brúkið av bátunum frá føroyskari síðu, so kann ukrainska verjan brúka bátarnar til slíkar operatiónir í Svartahavinum.
Hernaðarstuðul?
So vit lata gamaní ikki vápn til Ukraina, men veita vit landinum hernaðarstuðul? Tað veldst um, hvørjar treytir Føroyar seta til brúk av bátunum, og hvørji endamál ukrainska verjan ætlar at brúka bátarnar til at fremja. Hernaðarstuðul er eisini eitt nógv breiðari og elastiskari hugtak enn vápn, og tí ber helst til at argumentera fyri, at Føroyar veita hernaðarstuðul til Ukraina – ikki minst um tað er rætt, at servandar herdeildir koma at brúka bátarnar í NSW-operatiónum. Men um vit skulu definera hernaðarstuðul so breitt, so kemur meginparturin av humaniterum stuðli eisini undir hernaðarstuðul, um hann altso verður brúktur til endamál, ið tæna ukrainsku verjuni. At veita særdum ukrainskum hermonnum læknahjálp kann tá bólkast sum eitt slag av hernaðarstuðli, og tað er annars púra greitt í altjóða lóg, at slíkt arbeiði ikki kann metast sum hernaðarstuðul og hjálparfelagsskapir hava serliga verju í lógunum um vápnaðar ósemjur.
Tí haldi eg ikki tað er rætt at siga, at tað ger okkum til part í krígnum, um vit lata dual-use útgerð til Ukraina. Tað er so nógv, sum er dual-use, m.a. ein køksknívur ella ein lastbilur.
Men tað er kanska onki í vegin fyri, at Landsstýrið setir nakrar treytir til brúk av bátunum, um fólk stúra fyri at Føroyar gerast krígsførandi tjóð. Sjálvur haldi eg ikki, at vit skulu skammast av at stuðla Ukraina, ið stríðist fyri sínari tilveru og sínum sjálvsavgerðarrætti móti einum landi, sum gamaní keypir okkara fisk, men sum hatar alt tað, vit standa fyri, og sum er ein stór hóttan móti okkara trygd.