Ongi úrslit

Negativur prísur í Danmark í morgin

Alt ger mun

Jóhanna Højgaard
1 tími síðan

Um tú er útiseti í Danmark, er tað kanska snilt at bíða inntil í morgin, um tú skal løða tær bilin, dustsúgva húsini, ella hevur onnur ørindi sum krevja eina ordiliga nøgd av streymi.

Orkufelagið OK boðar nevniliga frá, sambært Ekstra Bladet, at tað

fyri kundar í Jyllandi og Fyn vera negativir elprísir millum klokkan 13 og 15 í morgin, men á Sælandi og Bornholm mugu kundarnir 'noyðast við' ókeypis streymi frá kl 14 til 15.

Hetta er fyrstu ferð í 22 vikur, at tað hava verið negativir elprísir. Tað er eisini longsta tíðarskeiðið uttan ókeypis streym síðani 2022.

- Orkuprísirnir sveiggja ógvusliga í løtuni. Hóast ófriðurin í Miðeystri sum heild hevur trýst streymprísin upp, fara sólkyknur og vindmyllur at framleiða nógvan streym seinnapartin í morgin.

Tí síggja vit hendan prísin, sigur Troels Skipper, produktstjóri hjá OK í tíðindaskrivi.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

21 tímar síðan

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

9. mars kl. 19:42

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36