Ongi úrslit

Náttarkirkjan – Kvirra tónleikur og altargongd

Í heyst og vetur fer Havnar kirkja at hava Náttarkirkju fyrsta fríggjakvøld í hvørjum mánað. Byrja var fríggjakvøldið, 3. oktobur kl. 21.00

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
6. oktober kl. 13:00

Tað er í myrkrinum og í náttini, at minst órógv er rundan um okkum, at vit hava betri umstøður til umhugsni. Í einum heimi, sum krevur nógv av okkum, hvar vit enn eru, er týdningarmikið at hava eitt stað, har eingin krevur, at tú skalt avrika. Kirkjan er eitt slíkt stað.
- Vit liva í einum heimi, ið krevur nógv av okkum alla staðni, har vit ferðast, men í kirkjuni sleppa vit at vera, uttan at avrika, sigur Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur. -
Eg haldi at hetta er týdningarmikið fyri menniskja, sigur hon

Náttarkirkjan er løgd seint á kvøldi, frá kl. 21.00 til 23.00.
Kl. 21 er væl eftir nátturða, og eftir at tey minstu eru farin í song, og fríggjadagur er ein góður dagur til Náttarkirkju, tí summi hava møguliga havt eina strævna viku, og kunnu so koma inn í kirkjuna og á ein hátt enda arbeiðsvikuna í friði, og síðan taka væl ímóti vikuskiftinum og næstu vikuni. 

Sjálv løtan í Náttarkirkjuni er løgd við íblástri úr øðrum líknandi kirkjutiltøkum. Kvirra, tónleikur og altargongd eru partar av kvøldinum.  Altargongd er ein góður liður at hava í Náttarkirkjuni, tí tað kann vera at summi ikki hava verið til altars leingi, og nú fáa høvi at koma til altars eina aðra tíð enn sunnumorgun
- Tónleikur kann vakja kenslur í okkum, sum orð ikki kunnu, og tí er týdningarmikið við tónleiki hetta kvøldið," sigur Steintóra.

Tónleikurin hesa fyrstu ferð var gjørdur av Jens L. Thomsen – eitt óvæntað val, kanska, tí hann arbeiðir við elektroniskum ljóði. Men tankin er, at nógv ymisk ljóð og sjangrur kunnu rúmast í kirkjuni.
- Jens er sera dugnaligur til sítt handverk, hann er kreativur og ein av teimum fremstu, vit hava innan hesa sjangruna í Føroyum, og tað hann ger er ólíkt øllum øðrum, sigur Steintóra


Tað er Havnar kirkja, ið skipar fyri tiltakinum, og vónin er, at kirkjan kann vera eitt stað, har øll, bæði havnafólk og tilflytarar , kunnu kenna seg væl.
Nú dagarnir gerast myrkari, kann tað gera mun at vita, at kirkjan er opin, heit og hugnalig. At hon kann nýtast á nýggjan hátt, hóast virðingin fyri rúminum og søguni er tann sama. Tað, at vit eru ymisk, ger tað eisini týdningarmikið, at rúmið í kirkjuni kann rúma ymsum.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Tað ger góðan mun at Smyril hevur fingið síðuskrúvur

Í gjár kl. 10:04