Ongi úrslit

NATO tinglimir á vitjan í Føroyum

Sendinevndin, sum er á kunningarferð í ymsum NATO-londum, kom frá líknandi vitjan í Danmark til Føroya, hiðani leiðin í gjár gekk víðari til Íslands

Uttanríkis- og vinnumálaráðið
16 tímar síðan

Løgtingsins uttanlandsnevnd og Uttanríkis- og vinnumálaráðið hava í vikuni verið samvertir fyri eini sendinevnd við sløkum 40 tingfólkum úr NATO-limalondunum.

Á skránni var millum annað eitt kunnandi tiltak á Hotel Føroyum, har formaðurin í Uttanlandsnevndini, Bjarni Hammer, beyð vælkomin og greiddi frá breiðu politisku semjuni í Føroyum um at stuðla NATO og týdninginum av samstarvi og samanhaldi í hesum døgum. Landsstýrismaðurin í tilbúgving og trygd, Bjarni K. Petersen, greiddi frá sínum málsøki og harumframt høvdu embætisfólk og umboð fyri Fróðskaparsetur Føroya stuttar framløgur um føroyskar raðfestingar á trygdarpolitiska økinum, kreppustýring í Føroyum og virkseminum hjá Arktisk Kommando í Føroyum.

Leiðin gekk eisini niðan á Sornfelli, har Landsverk vísti sendinevndini runt og greiddi frá søguligu NATO-støðini umframt komandi NATO-radaranum. Síðani vitjaði sendinevndin Atlantic Airways Aviation Academy, har høvi var at royna framkomnu tyrlu- og flúgvarasimulatorarnar frá fyrstu hond.

Sendinevndin, sum er á kunningarferð í ymsum NATO-londum, kom frá líknandi vitjan í Danmark til Føroya, hiðani leiðin í gjár gekk víðari til Íslands.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

Í gjár kl. 07:46

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45