Stuðul verður latin 16 umsóknum um stuðul til film í fyrra umfari í 2022. 31 umsóknir komu inn, har søkt varð um tilsamans 5,9 milliónir krónur. Stuðulin fevnir um alt frá hugskotsmenning, framleiðslu til útbreiðslu. Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.
Tað skrivar heimasíðan hjá Mentamálaráðnum.
Hesi 16 fingu stuðul:
Torfinnur Jákupsson | Tinganes | 150.000 |
Ebba Malena Debess Thomsen | Lítla | 150.000 |
Hugmynd v/Eir í Ólavsstovu | Abbi | 120.000 |
Terji Mohr | Sorgarbúnin | 6.500 |
Felagið Føroysk Ross | Føroyska rossið | 150.000 |
Turf Roof Productions v/ Hans Kristian Eyðunsson Hansen | Trøllini og huldugentan | 75.000 |
Terji Mohr | Perlan | 7.000 |
Rógviper sp/f v/Rógva Rasmussen | Rótfesti | 50.000 |
Helmsdal Media v/Gudmund Helmsdal | Vandaferð | 50.000 |
Rógviper sp/f v/Rógva Rasmussen | Heartist | 150.000 |
Felisia Jógvansdóttir Helmsdal | Kom bara við | 75.000 |
Atli Brix Kamban | Storkur | 70.000 |
Mariann Sofiasdóttir | Nóra | 35.000 |
Jónfinn Stenberg | Meg minnist eina mynd | 175.000 |
Symphor Film v/ Franklin Henriksen | Grímur Havreki | 75.000 |
Kykmyndir v/ Jón Hammer | The Last Paradise on Earth | 450.000 |
Kykmyndir hjá Jón Hammer hevur fingið 450.000 krónur til spælifilmin "The Last Paradise on Earth" eftir Sakaris Stórá.
Hesin filmur snýr seg um unga mannin Kára, sum arbeiðir á flakavirkinum í heimbygdini, og sum býr heima saman við pápanum og yngru systrini. Heimið hjá teimum hevur ikki verið tað sama, síðan mamman doyði, og sorgarrakti pápin megnar ikki at taka sær av familjuni. Samstundis er lívsæðrin í bygdini í vanda, tí flakavirkið er um at tapa bardagan móti marknaðarkreftunum, og teimum umhvørvisbroytingunum, sum ávirka havið og fiskaríið runt oynna og landið. Tá pápi Kára fer aftur til skips, má Kári taka ábyrgdina við hús og taka sær av systur síni.
Hetta er ein filmur um at finna sítt pláss í lívinum, og tematisk verður komið inna á evni sum, hvussu umhvørvisbroytingar ávirka dagligdegin í okkara samfelag, og hvussu teir siðbundnu kynsleiklutirnir ikki altíð hava tað so lætt í einum moderniseraðum heimi.
Jónfinn Stenberg hevur fingið 175.000 krónur til ein novellufilm við arbeiðsheitinum "Meg minnist eina mynd". Filmurin viðger evnið “eftirmæli” og varpar ljós á, hvat ein letur eftir seg, tá ein fer úr hesum heimi. Tað er ein søga um, hvussu avgerðir verða raðfestar, og hvat ein stendur eftir við. Trongdin at seta sítt fingramerki á heimin kann vera sera stór.
Samlaða filmsjáttanin fyri fyrra umfar av 2022 er hálvafjórðu milliónir krónur.
Næsta stuðulsumfar verður lýst í juli við freist 1. september 2022, skrivar heimasíðan hjá Mentamálaráðnum.