Ongi úrslit

Næsta ár verður tað bíligari hjá barnafamiljum á Nesi

Áki Bertholdsen
26. november kl. 14:10

Næsta ár verður tað bíligari hjá barnafamiljum í Nes kommunu. Tað er úrslitið, nú bygdaráðið hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.

Skattaprosentið verður óbroytt næsta ár, nevniliga 20,5 prosent, men barnafrádrátturin hækkar úr 7.000 krónum fyri hvørt barnið, upp í 8.000 krónur.

Harafturat verður nú eisini ein systkinafrádráttur upp á 25 prosent latin fyri barn nummar tvey. Higartil hevur ein systkinafrádráttur verið fyri triðja barnið.

Broytingin merkir, at hjá familjum við tveimum, ella fleiri børnum, verður tað 550 krónur bíligari um mánaðin - um so er at eldra barnið gongur í vøggustovu. Gongur eldra barnið í barnagarði, verður tað 475 krónur bíligari, og gongur tað í frítíðarskúla, verður tað 250 krónur bíligari.  

Annars verða dagstovnagjøldini óbroytt, og øll børn og ung upp til 18 ár, fáa aftur næsta ár eitt frítíðarkort upp á 2.000 krónur at brúka til ymisk frítíðarítriv.

Niðan fyri eru nøkur av teimum arbeiðum, verður peningur m. a. brúktur til:

At breiðka og tryggja vegin við Kornvatn
At bera gongugøtu millum Regnaveg og Lýðarsveg
At umvæla ovaru síðu av 1981-skúlanum

At dagføra kommunuskrivstovuna
At dagføra Heilsumiðstøðina
At bøta um útiøki skúlans
At umbyggja í barnagarðinum
At gera ymiskar ábøtur á ítróttarøkið á Svangaskarði
At gera ábøtur og at asfaltera kommunalar vegir
At halda fram at fullføra spillivatnsætlanina
At leggja nýggjan kaðal til pumpuskipanina á Toftavatni
At gera nýggja partin í kirkjugarðinum lidnan
At gera vinnuøkið við Rætt klárt at taka í nýtslu.
A gera brimverjuna í Oyrunum lidna
At gera tað byggibúgvið við Høganesvegin eins og við Regnavegin

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17