Søguliga hava nógv fólk, serliga javnaðarfólk, undan mær tikið stór tøk fyri at vinna føroyskum kvinnum størri rættindi og javnrætt. Eg síggi tað sum mína skyldu at geva mítt íkast til tað stríðið – bæði fyri undanfarin og komandi ættarlið.
Uttan Javnaðarflokkin var lønarlyft ikki latið teimum, sum arbeiða innan heilsu- og umsorganarøkið.
Uttan Javnaðarflokkin var lønarmunurin millum kynini ikki minkaður.
Uttan Javnaðarflokkin var eingin skattalætti latin lág- og miðalløntum.
Uttan Javnaðarflokkin vóru løgtingskvinnur framvegis løgtingsmenn.
Uttan Javnaðarflokkin høvdu tingfólk framvegis lukrativ pensjónsviðurskifti.
Uttan Javnaðarflokkin vóru eingir batar framdir í Barsilsskipanini.
Uttan Javnaðarflokkin høvdu kvinnur framvegis ikki rætt til egnan kropp og framtíð.
Vit vilja:
Skipa eina smidligari barsilsskipan við umsorganardøgum, pápar skulu hava møguleika at fara í barsil, áðrenn barnið verður føtt, einum virðiligum minstagjaldi, og einum nýggjum útgjaldi til fyrsta barnið á 25.000 kr. til fyrsta barnið og 15.000 kr. til tey, sum hava børn frammanundan.
Styrkja “lágáttartilboð” til børn, ung og familjur og broyta fokus frá diagnosum og útgreiningum til tørv.
Barnalógin leggur upp til, at allar kommunur skulu hava ein netverkssamskipara, sum virkar sum sambandi millum kommunalueindirnar, almennu tænasturnar og heimini. Ein royndarverkætlan koyrir í Vágs kommunu við SERA góðum úrslitum.
Á henda hátt sleppa vit undan, at føroyskar mammur, sum eru ósjónligir projektleiðarar, verða noyddar at seta arbeiðslívið á standby, tá tær hava børn við serligum avbjóðing.
Tað er uppá tíðina, at skipanin hjálpir familjunum.
Styrkja føroyskt sum annaðmál, so útlendskar kvinnur verða ein javnbjóðis partur av okkara samfelag og kunnu brúka sínar førleikar til fulnar.
Seta hol á arbeiðið at stytta arbeiðsvikuna. Hetta verður eisini betur fyri umsorganarøkini, har nógvar kvinnur starvast.
Øll skulu við.
X við Súsonnu Bertholdsen, valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið.