Ongi úrslit

Musk hevði "blátt eyga"

‘Ger tað bara, slá meg í andlitið.’ Og tað gjørdi hann”

Jóhanna Højgaard
8. juni 2025 kl. 21:55

-Eg og lítli sonur mín X vóru saman og eg segði: Ger tað bara, slá meg í andlitið.

Og tað gjørdi hann", greiddi Elon Musk frá fríggjadagin í Hvítu Húsunum.

-Eg føldi ikki ordiliga nakað, tá tað hendi, men tað sær út til, at tað er bólgnað, helt hann fram.

Í svartari blusu, við merki á bringuni sum lýsti hann “The Dogefather” og einum svørtum eyga, stóð Elon Musk í “The Oval Office” seinasta fríggjadag, fyri at enda sína tíð í amerikansku stjórnini.

Trump rósti honum sum “ein av størstu vinnulívsmonnum og nýskaparum, sum heimurin nakrantíð hevur framleitt”. Hann takkaði honum eisini fyri at “ hava brúkt sítt talent fyri at hjálpa tjóðini.”

Trump viðmerkti eisini svarta eyga -Var tað X, sum gjørdi tað? spurdi hann.

X kundi væl funnið uppá at gjørt tað. Um man kennir X, so kundi hann gjørt tað, segði hann.

Síðani hendan dagin, hava teir báðir valdsmiklu mennirnir havt eitt opið stríð, ígjøgnum sosialu miðlarnar.Trump sigst ikki hava tann stóra hugin at hitta Musk í løtuni.

Sí eisini Opið stríð

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57