Ongi úrslit

Trump og Musk ì opnum stríði á sosialu miðlunum

Tað tyktist vera eitt perfekt match.

Jóhanna Højgaard
6. juni kl. 23:12

Donald Trump og Elon Musk, leiðarin í heimsins ríkasta landi, fann saman í samstarvi við heimsins ríkasta persóni. Tað tyktist vera eitt perfekt match.

Men seinastu 10 dagarnar hava teir báðir flutt seg frá blíðari ósemju til beiska øði.

Í samrøðu við CBS News 28. mai kritiseraði Musk ætlanirnar hjá Trump um eitt nýtt lógaruppskot um skatt og útreiðslur.

Hann segði at ætlaða lóggávan gjørdi hann "skuffaðan" og følir at Trump undirgrevur stóra arbeiði sum DOGE hevur avrika.

DOGE er bólkurin av teldusnildingum sum Musk hevur havt afturat sær, at avsløra mutur i amerikanska almennaverkinum.

Trump viðgongur seinni fyri tíðindafólkum at hann er ikki glaður fyri ávísar tættir í lógaruppskotinum, samstundis sum hann er spentur um nøkur viðurskifti, eitt nú skattalætta.

29.mai boðar Musk frá, at hann fer úr Trump-stjórnini tí hansara ásetta tíð sum serligur landsstýrismaður er komin til ein enda.

Dagin eftir rósti Trump Musk, tá Musk hann trein fram við tí, sum likist einum bláum eyga. Hann sær út sum hevur hann fingið ein frammaná, á tíðindafundi hansara seinasta dag í Hvítu Húsunum.

Musk fer ikki veruliga avstað, segði forsetin, hann fer framhaldandi at vera "aftur og fram" her í Hvíta Húsinum. Helt hann fram.

Teir hava síðani klandrast í fleiri dagar á miðlinum X og Truth Social og 5. Juni skrivaði Trump at Musk var vorðin ov strævin, so hann bað hann fara úr Hvítu Húsunum. Hann heldur at Musk hevur mist bæði vit og skil. 

Musk sigur, uttan at leggja fram prógv, at Trump er at finna í "Epstein-skjølunum", og vísir til rættarskjøl og prógv, sum kanningarfólk hava savnað inn av dømda kynsbrotsmanninum, Jeffrey Epstein.

Tað seinasta í hesum opna stríðinum er, at Trump endurtekur at hann heldur Musk hava mist vit og skil, og sigur seg ikki vera serliga áhugaðar í at tosa við hann.

Elon Musk byrjaði hósdagin eina kanning á sínum X-profili. Her spurdi hann sínar 220,8 milliónir fylgjarum um tíðin ikki er komin til ein nýggjan politiskan flokk í USA. Ein flokk sum "faktiskt umboðar tey 80 prosentini í miðjuni?" sum hann orðar seg.

Atkvøðugreiðslan er nú liðug og úrslitið var, at 80,4 prosent eru samd við Musk um, at USA hevur brúk fyri einum nýggjum flokki.

5.630.755 fòll atkvøddu.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

6. juni kl. 20:40

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

Í gjár kl. 22:34

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

15 tímar síðan

Hava mist tolið við SEV - nú er bara talan um forháling

6. juni kl. 23:39