Rundi dagurin verður hildin hósdagin 6. mai frá klokkan 14-18 við góðari høvdasúpan, lagkøku, køkum og ymsum drekkivørum. Countrykongurin sjálvur, Hallur Joensen, kemur eisini á gátt at spæla nøkur løg, eins og onnur leggja leiðina framvið at spæla.
Matstovan hevur navn eftir horninum við gamla Piddasahandil, har fólk plagdu at hittast til góð prát. Hetta hornið var í fólkamunni nevnt Muntra, nakað sum Glade hjørn í Havn, so tá matstovan lat upp, var tað upplagt at nevna hana Muntra. Hetta økið var eitt sosialt miðpunkt við gamla handlinum og fiskastykkinum omanfyri. Tað var eisini á Muntra, at fólk komu, ið høvdu ørindir í Fuglafirði, eins og sjófólk og ferðafólk, sum eisini brúktu telefonboksina her.
Seinastu 37 árini hevur Poul Rustin rikið matstovuna, sum hevur egin veitsluhølir, men eisini hevur sera nógvar cateringuppgávur, bæði til stór og smærri tiltøk, almenn, vinnulig og privat. Nógvar eru søgurnar, sum Poul kundi sagt frá, um stuttligar og øðrvísi vitjanir á matstovuni, tí her hava nógv fólk vitja millum ár og dag, bæði føroyingar og útlendingar, til gaman og álvara.
Flestu føroyingar munnu kenna Muntra, hava vitjað matstovuna og hava heilsað uppá gestablíða Poul – og onnur hava kanska serliga hoyrt um vælsmakkandi høvdasúpanina. Eisini ferðafólk flest kenna matstovuna, har tey fegnast um stóra úrvali av fiskarættum og serstaka lokala tíðardámin. Muntra er eisini tann matstovan í Eysturoy, sum hevur hægstu meting á TripAdvisor, 4,5 av 5.
Poul Rustin bjóðar øllum vælkomnum ein túr inn á restaurant Muntra í føðingardag, so leggið tykkum endiliga leiðina til Fuglafjarðar hósdagin 6. mai.