Ongi úrslit

Munnligur fyrispurningur

eftir § 52a í Tingskipanini

Jenis av Rana
6 tímar síðan

Spyrjari: Jenis av Rana, løgingsmaður

Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í skúlamálum

Evni: Holocaustdagurin 27. januar

Spurningar:

Verður altjóða Holocaustdagurin hildin í føroyska undirvísingarverkinum h. 27. januar í ár?

Um tiltakið ikki verður hildið sum vanligt, hvør er so orsøkin til hetta?

Viðmerkingar:

Fyrsta novembur 2005 samtykti alheimsfelagsskapurin ST, at 27. januar skuldi verða altjóða minningardag um Holocaust undir seinna heimsbardaga- og onnur fólkadráp. Eisini heitti ST á heimsins lond um at samtykkja hendan dagin sum almennan minningardag. Dagurin 27. januar varð valdur, tí henda dagin náddu fyrstu frælsi herdeildirnar til Auschwitz og fríaðu teir 9.000 fangarnar, sum enn vóru eftir á lívi.

Síðani Føroya Løgting, h. 3. mai 2019, samtykti 27. januar at verða almennan føroyskan minningardag fyri Holocaust og onnur fólkadráp, hevur dagurin verið ein týðandi dagur í føroyska undirvísingarverkinum. Hendan dagin hava skúlar kring landið arbeitt við søguligum, siðbundnum og fólkaligliga týdninginum av Holocaust og øðrum fólkadrápum, og er endamálið m.a. lýst at vera:

at styrkja førleikarnar hjá næmingum at skilja, hvussu fordómar, ótolsemi og radikalisering kunnu vaksa fram.

at ávara móti hugburði og atburði, sum kann føra til fólkadráp.

at menna undirvísing og undirvísingartilfar, sum kann forða fyri fólkadrápi.

at avdúka og forða fyri avnokting av Holocaust og fólkadrápi.

at menna virðing fyri mannarættindum.

Lítið og einki hevur verið at hoyrt um ársins tiltak, sum annars vanliga er vorðið væl lýst og kunngjørt frammanundan. Tó hoyrist nú millum manna, at onki tiltak er sett á skrá í ár, og at dagurin tí verður av ongum í føroysku skúlunum.

Fyri at tryggja opinleika, greiðleika og fakligan tryggleika í undirvísingarverkinum verða hesir fyrispurningar settir.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15