Ongi úrslit

Mugu fáa fleiri fólk at viðgera umsóknir

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 13:54

Tað er neyðugt, at Útlendingastovan fær fleiri starvsfólk at viðgera umsóknir um arbeiðs- og uppilhaldsloyvi.

Tað staðfestir Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í útlendingamálum.

Herfyri átalaði Vinnuhúsið, at tað tekur alt ov langa tíð at viðgera umsóknirnar. Í miðal tekur tað 47 dagar at avgreiða eina umsókn, og tað er for leingi, halda tey.

Tað fekk Helga Abrahamsen, tingmann fyri Sambandsflokkin, at spyrja landsstýrismannin, hvat ætlanin er at gera við trupulleikan.

Bjarni Kárason Petersen áannar, at málsviðgerðin hjá Útlendingastovuni er ov drúgv- serliga tá ið talan er um leingja arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Orsøkin er, at økið er nýtt, og tí er neyðugt hjá Útlendingastovuni at menna mannagongdir, málsviðgerðarskipanir og fakligar førleikar - og hetta skal gerast, samstundis sum sjálv málsviðgerðin fer fram. Hetta ger arbeiðsgongdina meira tíðarkrevjandi, sigur landsstýrismaðurin.

Harumframt er stovnurin lítil og kann tí ikki gagnnýta teir fyrimunir, ið størri stovnar hava at leggja til rættis.

Bjarni Kárason Petersen sigur kortini, at Útlendingastovan arbeiðir miðvíst við at bøta um støðuna.

Men arbeiðsbyrðan á Útlendingastovuni verður eisini darvað av, at tá ið málsviðgerðin varð flutt til Føroyar, fall skipanin við uppihaldskortum burtur - av misgáum,

Avleiðingin er, at Útlendingastovan má skriva afturferðarloyvi til hvønn einstakan útlending, sum ferðast úr Føroyum.

Higartil hevur Útlendingastovan skrivað umleið 700 afturferðarloyvi.

– Løgmálaráðið hevur javnt og samt heitt á Udlændinge- og Integrationsministeriet um at loysa hendan trupulleikan, og gongd er nú í hesum málinum, sigur Bjarni Kárason Petersen.

– Tá ið hesin trupulleikin er loystur, fer tað helst at lætta nakað um arbeiðsbyrðuna á Útlendingastovuni.

– Tað er tó greitt, at skal tað eydnast at stytta málsviðgerðartíðirnar, er tað er eisini neyðugt, at Útlendingastovan fær fleiri starvsfólk, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at hann arbeiðir við at finna eina loysn og hann er í samskifti við viðkomandi partar um, hvussu hesin trupulleikin kann loysast.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta fer helst at tálma príshækkingum á bústøðum

21. august kl. 12:30

Fekk bæði bót og klipp fyri at koyra niðan hendan vegin

21. august kl. 07:52

Stjól fyri 7.500 krónur í einum handli

20. august kl. 09:37

Soleiðis sær Galaxy út - innan

21. august kl. 17:34

Nú er neyðugt at verða serliga varin tá ið farið verður eftir nátungum

11 tímar síðan

Stjól fyri nakrar túsund krónur

20. august kl. 07:44