Tøknin valdar á slottinum eftir seinastu ógvuliga og avslørandi upplýsingarnir og myndirnar úr Epstein-faldarunum.
Hettar fekk í gjár mótmælisfólk at stilla seg uttanfyri slottið.
Aktivistar frá felagsskapinum Republic hildu upp eitt merki, har tað stóð "Charles, hvat goymir tú?" meðan gult og svart band har tað stendur "Brotsverk, kom ikki inn." Bandið var bundið um hegnið.
Kong Charles flýddi úr slottinum, verður sagt á youtube-ræsini @PaulaMChannel.
Republic krevur, at Epstein-sambond og meintu vitjanirnar hjá Andrew frá kyns-handlaðum gentum verða upplýstar fult út.
Formaðurin fyri felagsskapin, Graham Smith úttalar :
- Tað er ikki rímiligt at halda, at Charles, William og hjálparfólk ikki vóru vitandi um atferðina hjá Andrew. Teir høvdu uttan iva fingið kunning, um bara fyri at vita, hvat teir høvdu brúk fyri at verja seg fyri.
Av tí at evropeisk kongsfólk, vinnulívsfólk og politikarar úr øllum heiminum eru fangaði í netverkinum hjá Epstein, er tað sera ósannlíkt, at tað ikki hava verið onnur bretsk kongsfólk við honum.
Um tað vísir á brotsverk ella ikki, er óviðkomandi. Vit hava brúk fyri fullari upplýsing um sambandið hjá Epstein við limir í kongsfamiljuni.
Loyndarmál, er enn støðan hjá kongshúskinum. Tey halda ikki, at almenningurin hevur rætt til at vita, hvat tey eru úti uppá, og tey vilja ikki hava, at teirra loyndarmál síggja dagsins ljós.
Ónøgdin er nú ov høg til at tola loyndarmál longur. Vit hava brúk fyri fullari upplýsing frá kongshúsinum."