Ongi úrslit

Mortan bjóðar Jan av

Mortan Berjastein úr Fuglafirði stillar upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag. Hann er fyrrverandi nevndarlimur í felagnum. Sitandi formaður stillar eisini uppaftur

Ingolf S. Olsen
4. desember 2021 kl. 23:22

Leingi sá út til, at Jan Højgaard, sitandi formaður í Føroya Fiskimannafelag, ikki fór at fáa nakran mótkandidat til sessin, nú formansval er í vetur.

Men tá freistin at stilla upp var úti á middegi í dag, leygardagin 4. desember, var kortini greitt, at veruligt val verður í Fiskimannafelagnum, tí Mortan Berjastein úr Fuglafirði stillar upp ímóti honum.

Mortan Berjastein er fyrrverandi sýsluformaður í Eysturoynni fyri Føroya Fiskimannafelag - tað eru teir seks sýsluformenninir, sum saman við felagsformanninum mynda nevndina í felagnum. Hann stillaði ikki upp aftur til sýsluformansvalið seinast.

Formansval er triða hvønn vetur í Føroya Fiskimannafelag. Freistin at stilla upp er fyrst í desember, og síðan verða atkvøðuseðlar sendir út til limirnar. Hesir skulu so verða grannskoðara felagsins í hendi síðst í januar, soleiðis at teljast kann upp og valdi formaðurin útnevndast at taka við 1. februar.

Jan Højgaard, sum er av Nesi í Eysturoynni,  vann formanssessin fyrstu ferð á valinum veturin 2006-2007, og hevur sitið í honum síðan.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44