Ongi úrslit

Í minsta lagi 500 Brøndby-fjeppara koma til dystin i kvøld

Alt hevur gingið friðarliga fyri seg higartil.

© LASSE LAGONI
Jóhanna Højgaard
24. juli kl. 09:01

Løgreglan byrjaðu í gjár at fyrireika seg til kvalifikatiónsdystin í Conference League, sum verður á Tórsvølli í kvøld millum HB og Brøndby IF.

Brøndby-fjepparar vóru longu komnir í gjár og hildu teir til á skeinkistaðnum Glitnir.

Løgreglan sum hevur fingið hjálp úr Danmark í hesum døgum, var eisini til staðar.

Alt hevur gingið friðarliga fyri seg higartil.

Ùr Danmark siga tey at 500 billettir eru seldar, og landa tey í Vágum seinni í dag.

Møguliga fáa tey loyvi at selja fleiri atgongumerkir so fleiri koma við, men enn er tað ikki kunngjørt, um so verður.

Løgreglan er annars væl fyrireikað. Longu tá viðhaldsfólkini lenda, verður løgreglufolk á staðnum í Vágunum.

Tað eru tey fyri at vegleiða, men eisini fyri at vera sjónlig og klár, um okkurt skuldi hent.

Friðargonga verður eisini í dag kl. 18.30 og fer løgreglan at royna at halda fjepparar vekk úr økinum, har hon fer at ganga fyri seg.

Eingin Hooligan-mentan er í Føroyum og Brøndby-fjeppararnir hava tá ikki nakran beinleiðis at berjast við. Væntað verður tí ikki, at nakað ógvusligt fer at henda.

Larmur verður tað óivað nakað av hóast alt, men annars fara fólk vantandi at taka hettar sum eitt friðarligt familjutiltak. Tey mugu njóta dystin, veðrið og upplivingina, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20