Ikki eri eg fødd við gullskeið í munninum! Mín vøgga stóð í einum vanligum løntakaraheimi á bygd í Føroyum fyrst í 70unum. Eg var tó heppin. Fekk høvið at vaksa upp í eini tíð, har vit høvdu fingið okkara vælferðarsamfelag, tí hetta gav mær møguleikar, sum ættarliðini undan mær, ikki høvdu fingið.
Tí eri eg takksom fyri, at Javnaðarflokkurin og undangongufólkini har, høvdu slóðað fyri, at vit í Føroyum fingu skapt eitt vælferðarsamfelag, sum bygdi á virðini um javnrætt og samhaldsfesti. At øll skuldu hava sama møguleika, líka mikið hvør teirra bakgrund var. Hetta kom ikki av sær sjálvum. Seinni havi eg lært, at fleiri av teimum flokkum, sum í dag bjóða seg fram, arbeiddu ímóti øllum hesum. Í dag pynta teir seg við læntum fjaðrum, og hava lyndi til at taka sær æruna. Fyri meg er tað umráðandi at minnast til hvar vøgga mín stóð – og at teir møguleikar eg havi fingið, eru komnir av stríðnum fyri javnrættindum. At øll skulu við.
Vit vóru nógv fólk í húsi og familjan í bygdini var stór. Politiskt drógu øll ikki somu línu. Men samhaldsfesti var onkusvegna ein reyður tráður. Vit hjálptu hvørjum øðrum og stuðlaðu tá tað var tørvur á. Tey størru hjálptu upp á tey smáu. Tey sum megnaðu bóru byrðarnar. At skava inn undir seg var ikki partur av góðkendu loysnini.
Samhaldsfesti í javnaðarhugsjónini er mær so grundleggjandi. Tær breiðastu herðarnar mugu bera tær tyngstu byrðurnar. Vit lata øll inn til felagskassan eftir tí styrki vit hava. Tað verður latið úr aftur felagskassanum eftir tí tørvi sum fólk hava. Her mugu øll verða við. Tað er tó her, at munurin á flokkunum sæst best. Tað eru tey, sum helst vilja sleppa so lættliga sum til ber við at lata í felagskassan, - ella helst sleppa undan. Hinvegin taka tey allarflestu glaðbeint undir við tí, sum felagskassin hevur at bjóða okkum. Vælferðartænastur til okkara børn, skúlar, útbúgvingar, sjúkraviðgerð og stuðli av øðrum slagi tá á stendur ella tørvurin er har.
Tað er so greitt fyri mær, at tess meira ávirkan tey fáa, sum ikki vilja lata í felagskassan eftir førimuni, tess verri verður at halda fast við okkara vælferðartænastur. Tá verða tað tey, sum vóru fødd við gullskeiðini í munninum ella vunnu í tí politiska Gekkinum, tá atgongdirnar til landsins ríkidømi vórðu útlutaðar, sum klára seg. Tey koma at seta dagsordanin fyri hvat hini kunnu fáa burturúr lívinum.
Góði veljari. Tað at hava samhaldsfesti, javnrættindi og frælsi fremst í virðiskøini, tað er at verða vinstrasinnað.
Tað eri eg stolt av. Stolt av at mítt hjarta er til vinstru, og tað er tað eg vil byggja mítt politiska virksemi á.
Tey siga, at rákið (kanska) er til høgru. Men tey sum pynta seg við lántu fjaðrunum, lata sum um øll vælferðin verður møgulig, sjálvt um avgerðirnar skapa fámannaveldi, har nøkur fá eiga gullskeiðirnar og fjálga sær og sínum. Tey fyrigykla sær, at um nøkur fá eru rík, so hava øll hini tað gott. Tó pakkað inn í onnur føgur orð og lyftir.
Tú kanst fara ímóti rákinum og velja samhaldsfesti, frælsi og javnrættindi – fyri teg og tínar eftirkomarar.
Tá er einasti møguleiki at velja Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum hósdagin 26. mars.
Gev mær tína atkvøðu, so skal eg lata hana arbeiða fyri hesum.
Margit Stórá, valevni hjá Javnaðarflokkinum til Løgtingsvalið.