Ongi úrslit

Misti sambandið við vegin og fór út av

Áki Bertholdsen
22 tímar síðan

Tað hevur regnað illa seinastu dagarnar - og í gjár fór ein bilur út av í regninum.

Óhappið hendi Undir Gøtueiði, har ein bilur kom koyrandi, men so misti førarin tamarhaldið á honum og hann gleið út av.

Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði var, og bilurin fekk heldur ikki stóran skaða.

Løgreglan heldur, at orsøkin til óhappið var, at vegurin var so vátur í regninum, at bilurin misti sambandið við vegin og gleið út av. Hetta er tað, sum á fakmáli verður kallað aquaplaning.

Løgreglan sigur, at rúsdrekka var ikki uppi í og bilurin hevði góð dekk.

Annars sigur løgreglan at ein bilførari varð tikin í Kollafjørði í gjár fyri at koyra ov skjótt.

Har er loyvt at koyra 80, men hesin varð tikin fyri at koyra 107, og tað var førarin bæði bót og klipp fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47