Í gjár. varð løgreglan úti við ferðmátaranum - og tað var ikki til fánýtis.
Eitt strekki, sum er rættiliga lumpisligt, er Havnarvegurin, sum er nýggi ringvegurin uttan um Havnina. Har er gott at koyra, men har er altso bara loyvi at koyra 60.
Har varð ein bilførari tikin í gjár fyri at koyra heilar 113 kilometrar um tíman, so tí spældi hann sær av við koyrikortið á staðnum, umframt at hann fekk eina bót upp á 4.000 - 5.000 krónur.
Kaldbaksvegurin er eitt annað strekki, har bilførarar hava lyndi til at koyra ov skjótt, og tað gjørdu teir eisini í gjár.
Har vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra beint undir 111 og tað gevur teimum eitt klipp í koyrikortið, umframt at teir fáa bót.
Men so vóru tað tveir aðrir, sum koyrdu ímillum 111 og 120 kilometrar um tíman og sostatt missa teir koyrikortið treytað. Tað merkir, at teir kunnu halda fram at koyra, men skulu taka koyrikortið umaftur í næstu framtíð, annars verður tað tikið.