Sunnumorgunin frætti eg sorgarboðini, at fyrrverandi starvsfelagi mín Katrin Zachariasen var farin eftir stutta sjúkralegu 76 ára gomul. Katrin var ættað av Sandi og gift við Andriasi Petersen, kommunulækna og politikarar, sum andaðist í 2019.
Katrin arbeiddi á Handilsskúlanum á Kambsdali frá fyrsta degi skúlaárið 1989/1990. Áðrenn tað, hevði hon arbeitt á Handilsskúlanum í Havn í fimm ár. Hon undirvísti í enskum og kunningartøkni, men tey flestu kendu hana ivaleyst sum inspektørurin á Handilsskúlin.
Sum stjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali kom eg at arbeiða sera tætt saman við Katrini frá 2002 til 2012 og aftur sum rektari, tá skúlarnir blivu lagdir saman. Katrin kendi hvønn krók og hvønn smálut á skúlanum, í skúlaskipanini og í gerandisdegnum á einum skúla fullur av ungdómi og lívi. Hon var ein framúr starvsfelagi og holl í ráðum. Katrin framdi sín gerning við nærlagni, samvitskufult og álítandi. Bæði tær løttu uppgávurnar, men sanniliga eisini tær tungu, tá meira stóð á.
Mong eru vit, sum minnast aftur á heystveitslurnar heima hjá Katrini og Andriasi í Syðrugøtu. Framúr matin, sum hon altíð gjørdi, góða selskapsandan, sum hon og Andrias syrgdu fyri og stóra gestablídni og káta lagið, sum eyðkendi kvøldini. Hesar heystløturnar høvdu ein heilt serstakan og avgerandi týdning fyri samanhaldið á skúlanum. Ikki minst tí Katrin legði stóran dent á, at øll nýggj starvsfólk komu við og blivu væl móttikin. Tað merkti eg sjálvur, tá eg í 2001 sum nýklæktur miðnámsskúlalærari, trein inn um gáttina á Garðagøtu 8 í Syðrugøtu.
Hennara loyalitetur og áhugi fyri at skapa samanhald og gott huglag kann vera okkum øðrum til fyrimyndar. Hon spardi seg ikki, tá t.d. útferðir skuldu fáast í lag og felagstiltøk á skúlanum skuldu fyriskipast. Hon hevði eisini tann góða eginleikan at finna praktiskar loysnir í málum, sum høvdu hug at fløkjast óneyðugt.
Katrin fór frá vegna aldur í 2016 og fekk tí um byrjanina av Miðnámi á Kambsdali. Vit, sum starvaðust saman við Katrini, minnast hana við takksemi fyri tíðina og stóru rúgvuna av løtum okkum untist saman.
Friður veri við minninum um starvsfelagan Katrin Zachariasen, og børnunum, Arna og Jóhannu, við familjum sýna vit djúpastu samkenslu, nú mamma tykkara eisini er farin.
