Ongi úrslit

Michal heldur fram í Runavík

Michal hevur tilsamans leikt 214 dystir í bestu deildini, og hann hevur skotið heili 64 mál.

NSÍ
14 tímar síðan

NSÍ skrivar soleiðis í kvøld:

Vit í NSÍ eru sera fegin um at kunngera, at 27 ára gamli Michal Przybylski hevur longt sáttmálan við felagið við tveimum árum, so at hann framhaldandi kemur at bera tí gulu blusuna til og við 2027.

Michal kom aftur til NSÍ áðrenn kappingin í ár fór í gongd, og leikti hann tilsamans 26 dystir og fekk 9 mál fyri Betri hópin. Eisini leikti hann nakrar dystir við 1. deild við kappingarbyrjan.

Michal er kendur fyri sínar álopskendu dygdir á miðvøllinum, men í ár slapp hann eisini at royna sínar verjukendu dygdir, tá ið hann tók nakrar dystir sum miðverji, tá ið skaðar gjørdu um seg. Sjálvt um hann kom væl frá uppgávuni, er tað neyvan nøkur loyna, at Michal dámar betur at brúka tíð í 16 metrinum hjá mótstøðuliðnum enn í sínum egna.

Michal hevur tilsamans leikt 214 dystir í bestu deildini, og hann hevur skotið heili 64 mál.

Vit í NSÍ eru sera fegin um, at Michal heldur fram í NSÍ, og vit gleða okkum at síggja hann í eyðkendu gulu blusuni.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Minningarorð: Kristina 1961-2025

20 tímar síðan