- Vit hava arbeitt við fleiri øðrum persónum, men tá Michael Schjønberg kom inn í myndina gekk tað nokkso skjótt. Og nú er avtala so gjørd við hann um, at hann skal venja felagið næstu tvey árini.
Tað sigur Jón Nordendal, nevndarformaður í 07 Vestur, tá Dimma.fo ringir fyri at spyrja, um tað er hald í leysasøgunum um, at fyrrverandi danski landsliðsleikarin skal venja 07 Vestur; og tað er tað.
- Tað kann eg vátta, og vit eru øgiliga errin av, at tað hevur eydnast okkum at fáa ein persón við teimum royndum, sum Schjønberg hevur at taka við sum venjari hjá okkum, sigur Jón Nordendal.
Fótbóltsliga lívsleiðin hjá Michael Schjønberg, sum er 54 ára gamal, byrjaði í Esbjerg og helt fram í Hannover 96. Tá spældi felagið í 2. Bundesligu, men kortini vann liðið, har Schjønberg var liðskipari, týsku steypakappingina longu í 1992, ella tvey ár eftir, at hann var komin til felagið.
Í 1994 flutti hann aftur til Danmarkar at spæla, hesaferð til OB, sum tá satsaði nokkso nógv, og har var hann millum annað við til at senda Real Madrid úr UEFA kappingini við einum samanløgdum sigri uppá 4-3. Eftir tvey kappingarár í Odense fór hann aftur til Týsklands, hesaferð til 1. FC Kaiserslautern, sum tá spældi í 2. Bundesligu, men liðið flutti upp beinanvegin - og gjørdist týskur meistari longu árið eftir. Schjønberg spældi við Kaiserslautern til 2001, tá hann gavst sum aktivur leikari.
Trý ár seinni gjørdist hann ungdómsvenjari hjá týska felagnum, áðrenn hann gjørdist venjari í HB Køge. Hann hevur síðan verið hjálparvenjari hjá Hannover 96 og vant 2. lið hjá felagnum, og í 2007 gjørdist hann ítróttarstjóri hjá Kaiserslautern. Tað gjørdist tó ein stutt søga, tí ein ósemja gjørdi, at hann fór úr starvinum aftur.
Eftir tað f´ór hann til Danmarkar aftur, har hann var bæði ítróttarstjóri og venjari hjá FC Vestsjælland, hann hevur verið hjálparvenjari hjá Vålerenga, og seinast hevur hann verið venjari hjá Vendsyssel FF, har hann í fjør valdi ikki at leingja sáttmálan. Og nú er hann so í 07 Vestur.
Jón Nordendal, formaður, dylir ikki fyri, at tey eru fegin um nýggja venjaran, tí eitt er, at hann hevur drúgvar royndir sum leikari, við 393 dystum í bestu deildini í Danmark og Týsklandi. Hann hevur eisini venjararoyndir, men harafturat hevur hann royndir sum ítróttarstjóri, og tað telur nógv.
- Fyri okkum hevur tað øgiliga nógv at siga, sigur Jón Nordendal.
Málsetningurin hjá 07 Vestur er ikki bara at vera verandi í bestu deildini, tað snýr seg eisini um at byggja eitt felag upp, og onkur minnist kanska, at fráfarni venjarin, Magnus Powell, í einari samrøðu í leikskránni hjá 07 Vestri í fjør, gav ilt av sær, at felagið fyrisitingarliga ikki kláraði at fylgja við. Tað hevur formaðurin - og nevndin - tikið til sín.
- Tí gjørdu vit av at leggja kortini á borðið og siga sum er. Talan er um eitt lítið felag, har vit eru við at byggja upp, bæði á vøllinum og ikki minst umsitingarliga, og tað góðtók hann. Faktiskt er Schjønberg ein persónur, sum dámar væl verkætlanir, og hann sær hetta sum eina øgiliga spennandi verkætlan, har hann bæði sleppur at vera við til at byggja liðið upp á vøllinum og eisini felagið sjálvt, sigur Jón Nordendal.
Tá tað snýr seg um spælið á vøllinum er formaðurin í felagnum øgiliga spentur. Sum leikari var Michael Schjønberg sjálvur ein stríðsmaður, sum ongantíð kastaði frá sær. Hann kundi renna sólina svarta og sjálvt um hann ikki var tað stóra tekniska begávilsi, spældi hann 44 landsdystir fyri Danmark. Hann var við, tá Danmark vann Confederations Cup í 1995, hann var við til EM í 1996, til HM í 1998 og til EM í 2000.
Tí roknar formaðurin við, at leikararnir fáa sína sak fyri. Skilt uppá tann góða mátan.
- Eg eri vísur í, at hann fer at krevja nógv av leikarunum, líkasum hann krevur nógv av sær sjálvum. Tað snýr seg sjálvandi eisini um fótbólt, og vit koma jú úr einum ári, sum gjørdist tað besta hjá felagsliðnum. So tað er einki at siga til, at vit gleða okkum til árið sum kemur, sigur Jón Nordendal.
Michael Schjønberg hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við 07 Vestur, men formaðurin vil einki siga um, hvussu kostnaðarmikil tann sáttmálin er.
- Nei, tað fara vit sjálvandi einki at siga um. Men vit hava sett ein eftir okkara tykki øgiliga spennandi venjara, sum vit vóna at fáa nógv burturúr, sigur Jón Nordendal.