Ongi úrslit

Mette Frederiksen er ein av valdsmiklastu kvinnunum í heiminum

Vinnumiðilin Forbes almannakunngjørdi í dag listan yvir heimsins valdsmiklastu kvinnur

Ragnar Sjúrðarson
11. desember 2024 kl. 22:00

Danska forsætisráðfrúðan er sum tann einasti danskarin á ársins lista hjá Forbes yvir valdsmiklastu kvinnum í heiminum.

Amerikanski vinnumiðilin almannakunngjørdi í dag listan, sum fevnir um 100 kvinnur.

Mette Frederiksen er nummar 78 á ársins lista, eitt vet longri niðri enn í fjør, tá hon var nummar 72.

Hyggur man einans at kvinnum í politikki, er danska forsætisráðfrúðan nummar 14.

Ovast á listanum er ES-nevndarforkvinnan, týska Ursula von der Leyen, fyri triðju fer upp í slag.

Millum aðrar toppolitkarar er italska forsætisráðfrúðan, Giorgia Meloni, á einum triðja plássi, meðan íslendski forsetin, Halla Tómasdóttir, er nummar 93 á listanum yvir heimsins valdsmiklastu kvinnur.

Tað eru ikki bara politikkarar á listanum. Eisini eru kvinnur úr vinnulívinum og undirhaldsvinnuni, sum sambært vinnumiðlinum eru valdsmiklar.

Amerikanska sangarinnan Taylor Swift liggur nummar 23, verturin Oprah Winfrey nummar 33 og sangarinnan Beyoncé er nummar 35.

 

Mest lisið hesa vikuna

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

Í gjár kl. 09:13

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14