Alsamt fleiri ferðafólkaskip leggja leiðina inn á Vestmanna. Í summar vitja heili 12 ferðafólkaskip, og er hetta tað mesta nakrantíð.
Í fjør vitjaðu átta ferðafólkaskip, og í 2024 vóru tey sjey.
Talan er um ein støðugan vøkstur í vitjanum av ferðafólkaskipum, og nógv bendir á, at gongdin heldur fram. Longu nú hava 15 skip biðið um pláss til summarið 2027, og eisini eru bókingar gjørdar fyri 2028.
Vestmanna Havn tekur ímóti skipum, ið vanliga hava millum 200 og 300 ferðafólk umborð. Flestu ferðafólkini keypa sær túrar undir Vestmannabjørgini og luttaka í skipaðum gongutúrum í bygdini saman við lokalum frásøgufólkum, har tey vitja ymisk áhugaverd støð.
Fyrsta skipið í ár kemur sunnudagin 10. mai, og tað síðsta kemur mikudagin 23. september.