Hesa ferð hava vit fingið Bill Mcleod Jacobsen at tippa um hetta umfarið í meistaradeildini í fótbólti. Hann hevur, millum annað, verið høvðusvenjari hjá U21 landsliðinum og verið høvðusvenjari hjá nógvum feløgum her í Føroyum.
EBS-KÍ 2
B36-B68 1
07V-Skála 2
NSÍ-AB 1
Víkingur-HB X
KÍ vinnur greitt við Margáir, tí teir hava nógv sterkari hóp og skulu vinna. Hetta er eitt krav. EB Streymur, sum hevur havt eina trupla byrjan, fara at fóta sær og spæla ein góðan verjudyst, men vinna ikki hendan dystin.
B36 er komið væl frá byrjan og vinna greitt á heimavølli móti B68, sum stríddi seg til ein sigur seinast móti Skála. B68 megnar sama avrik nú og gera onki við B36 í Gundadali hesaferð.
Skála hevur ikki fingið stig enn hóast teir hava verið væl við í dystunum. Nú fer at ganga betri og um teir tora at fara eftir øllum trimum stigunum, vinna teir. Annars ein javnleikur. Men eg vænti at Skála vinnur tí teir eru komnir longri á leið við hópinum og samanspælinum enn 07V sum enn er sera leitandi.
NSÍ vinnur á AB. Hóast bæði liðini eru komin væl frá byrjan, hevur NSÍ sterkari hóp og eru stórfavorittar.
Víkingur og HB spæla javnt mánakvøldið í Sarpugerði, liðini eru bæði sterk, kanska Víkingur kemur at hava yvirvág og møguliga vinna, men vænti ein javnleik.
Mest áhugaverdi dysturin leygardagin er 07V-Skála sum er ímillum tvey lið sum væntast at í niðaru helvt, sum kappingin líður.
Annars er toppdysturin hetta umfarið í Sarpugerði mánakvøldið ímillum Víking og HB. Eisini sera spennandi.
Bill Mc. Leod Jacobsen
Veðrið ávirkar hettar umfarið av Meistaradeildina hjá monnum so summir dystir eru fluttir. Dystinir vera spældir soleiðis:
Í dag 20 mars klokkan 18:30 : EB/Streymur-KÍ.
21 mars klokkan 17:00: B36-B68
21 mars klokkan 18:00: 07 Vestur-Skála
21 mars klokkan 18:30: NSÍ-AB
23 mars klokkan 18:30: Víkingur-HB