Felagið, Messan, sum er sjóvinnusavnið og mentanarhúsið í Vágum, søkti herfyri eftir leiðara at reka virksemi í nýggja sermerkta og stásiliga bygninginum, ið stendur við bátahylin í Sørvági.
Sjey umsóknir komu inn til starvið og í dag kann felagið boða frá, at Jórunn Gudmundsen úr Sandavági, er sett í starvið.
Jórunn Gudmundsen er 32 ára gomul og hevur eina akademiútbúgving í leiðslu á Glasir og somuleiðis eina skrivstovuútbúgving í almennari fyrisiting.
Hesi seinastu árini hevur hon verið marknaðarráðgevari hjá Teima Ráðgeving, og leiðari í Ungdómshúsinum í Sunda kommunu.
Undan hesum hevur hon verið móttøku- og skrivstovufólk í einum í ALS fyri fólk í farloyvi, skrivstovufólk í Familjufyrisitingin, eisini fyri fólk í farloyvisstarvi, umframt at hon var marknaðarleiðari í RD Group frá 2022 til 2024.
Jórunn er virkin ítróttarkvinna og hevur íðkað nærum allan ítrótt og súkklar við Team Rynkeby.
Hon er eisini kend sum tónleikari og hevur útgivið fleiri stakløg.
Jórunn byrjar í starvinum sum leiðari fyri Messuna 1. apríl 2026.