Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur latið Bárði Oskarsson, rithøvundi, Mentanarvirðisløn landsins 2025 fyri útint listarligt avrik.
Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:
Bárður Oskarsson lýsir grundkorini og umstøðurnar, ið vit sum menniskju eru fødd inn í. Bøkurnar eru til børn eins væl og vaksin og verða lisnar um allan heim. Í meiri enn tjúgu ár hevur Bárður Oskarsson verið okkara mest týddi rithøvundur.
Fyri listarliga avrik sítt fær Bárður Oskarsson Mentanarvirðisløn landsins 2025.
Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 kr., og hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listaligt avrik.
Les alla grundgevingina niðanfyri:
https://landsstyri.cdn.fo/.../mentanarvirdisloen-2025-a4...
Bárður Oskarsson var ikki hjástaddur í Kolshøll á Eiði í kvøld. Tí vóru tað foreldrini, sum tóku ímóti heiðursgávuni