Ongi úrslit

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu sett á flaggdegnum

Sunnudagin 25. apríl klokkan 15 verður skipað fyri flaggdagshaldi í Runavík. Samstundis verður stóra vikulanga mentanarvikan í Runavíkar kommunu sett.

Tíðindaskriv
24. apríl 2021 kl. 10:00

Sunnudagin 25. apríl klokkan 15 verður skipað fyri flaggdagshaldi í Runavík. Samstundis verður stóra vikulanga mentanarvikan í Runavíkar kommunu sett.

Sum vant verður flaggdagshaldið við Skótahúsið við Løkin. Skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og setir mentanarvikuna 2021, og síðani heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, flaggdagsrøðuna. 

Aftaná verður ein drekkamuður í skótahúsinum, og høvi verður at spæla tombola og kondibingo, sum skótarnir skipa fyri.

Skráin fyri mentanarvikuna er at finna á visitrunavik.fo. https://visitrunavik.fo/wp-content/uploads/2021/04/Mentanarvikan-2021.pdf

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

17 tímar síðan

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44