Ongi úrslit

Menna títt egna spæl uppá 48 tímar

Eitt heilt serligt tiltak fyri tey, sum hava áhuga í spølum, forritan og skapandi menning, verður aftur hildið í september. Talan er um GameJam Føroya 2025, sum fer fram á Skúlanum á Fløtum í Havn vikuskiftið 5. til 7. september.

Halgir Winther Nagata
5. august kl. 19:30

Eitt heilt serligt tiltak fyri tey, sum hava áhuga í spølum, forritan og skapandi menning, verður aftur hildið í september. Talan er um GameJam Føroya 2025, sum fer fram á Skúlanum á Fløtum í Havn vikuskiftið 5. til 7. september, skrivar Gaming.fo.

Á einum GameJam savnast fólk til at menna sítt egna spæl – frá grundini av – innan 48 tímar. Fríggjakvøldið verður evnið avdúkað, og síðani hava bólkarnir tvey samdøgur til at finna uppá, forrita, tekna, ljóðleggja og leggja fram eina prototypu av einum nýggjum spæli. Tað er upp til luttakararnar, um talan skal vera um eitt telduspæl ella eitt borðspæl.

Tiltakið er ætlað øllum 18 ár og eldri, men eisini yngri kunnu luttaka saman við einum vaksnum. Tað er ókeypis at vera við, men tað eru avmarkað pláss – bert 45 fólk sleppa við, og tí verður mælt til at melda seg til í góðari tíð. Tilmelding fer fram á heimasíðuni gj.fo, og freistin er 1. september.

Eingin krevur at tú dugir at forrita

Eitt GameJam er ikki bert fyri tey, ið duga at forrita. Tørvur er eisini á fólki, sum duga at tekna, skriva søgur, hugsa um leikdesign, framleiða ljóð, ella bara eru góð at arbeiða saman við øðrum. Sum fyriskipararnir sjálvir siga, so eru nógvir “hattar” at royna – og tú finnur mest sannlíkt ein, sum passar til tín.

Fyri at vera við skalt tú sjálvur hava við tað, tú hevur tørv á: teldu, skerm, knappaborð og líknandi. Eisini verður mælt til at taka sær inniskógvar við, tí skógvar ikki eru loyvdir inni í hølunum.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Í gjár kl. 08:46