Ongi úrslit

Men Beinir, hví ikki ein barnakekk upp á 60.000 kr - Skattafrítt?

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard
2 tímar síðan

Deiligt at vakna til boðskapin mánamorgun. Gávuregnið er byrjað og formaðurin í Fólkaflokkinum leggur út við 20.000 kr skattafrítt til familjuna, tá nýføðingurin kemur í verðina. Fíggja við 12 mió. árliga úr Barsilsgrunninum, tí har hevur verið eitt avlop á 40 mió. kr um árið í tvey ár. So hví ikki 60.000 kr skattafrítt?

Eingin kann vera keddur um hesa gávuna. Men eg kann seta spurningar.

Skal barnakekkurin vera líka fyri allar familjur?

Tað er nógv lættast, at gera lóggávu, sum er líka fyri øll. Men vit eru ikki øll í somu fíggjarligu støðu.

Ein støk mamma við tveimum børnum og einum húsalánið, er sannlíkt verri fyri fíggjarliga, enn eitt par við húsalánið, sum fær sítt fyrsta barn.

Ein stakur lesandi við einum barnið, er sannlíkt verri fyri fíggjarliga, enn eitt par við einum barnið, um hesi eru lesandi ella á arbeiðsmarknaðinum.

Kanska skal onnur skipan til, enn barnakekkur, fyri at minka um fíggjarliga munin í gerandisdegnum hjá børnunum.

At gera tað torføra. At gera mun á fólki!

Tað er truplari at gera lóggávu, sum skal taka hædd fyri øðrum, enn at eitt barn er komið í verðina og vit útskriva barnakekkin. Um vit veruliga vilja gera mun fyri øll børn í Føroyum, so er neyðugt at taka atlit til teirra umstøður hvønn dag, ikki bert tann dagin, tey koma í verðina.

Summir (allar flestu) uppihaldarar hava t.d. ikki arvað 330 mió kr skattafrítt, tí foreldur teirra áttu skip við kvotum.

Lat okkum gera lóggávu, sum gagnar øllum børnum hvønn einasta dag.

Set X við Sigrid Jensdóttir Dalsgaard,

Tjóðveldi, listi E

Mest lisið hesa vikuna

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Ársins Brita 2026

16 tímar síðan

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn

3. mars kl. 21:18