Ongi úrslit

Meiri enn helvtin av ungum føroyingum vilja arbeiða við hondunum

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 11:45

Tað er stórur áhugi hjá teimum ungu í Føroyum at fáa sær eina handaliga útbúgving. Tað vísa tey nýggjastu hagtølini hjá yrkisdeplinum.

Tey hava gjørt tølini upp og tey vísa, at í fjør fóru 353 fólk undir eina yrkisútbúgving. Tað er 55 prosent av einum miðal føroyskum árgangi hesi seinastu 20 árini.

Hóast tað má sigast at vera gott, er tað eitt sindur minni enn undanfarin ár.

Yrkisdepilin sigur, at tíðirnar í Føroyum hava stóra ávirkan á, hvussu nógvir lærlingar fara í læru á

hvørjum ár. Men sum heild hevur tilgongdin til yrkisútbúgvingarnar verið rættiliga høg í nógv ár og hesi seinastu 20 árini eru tað eini 50% av einum miðal føroyskum árgangi, sum eru farin í hondverkaralæru.

Hesi seinastu árini hava vit havt góðar tíðir og hesi árini eru tað ímillum 55 prosent og 62 prosent av teimum ungu, sum eru farin undir eina yrkisútbúgving um árið.

Tey 353 fólkini, sum fóru í læru í fjør, eru í 42 ymisum útbúgvingum. Verða allir virknir lærlingar taldir við, vóru eru nú 1.250 fólk í ferð við at taka 66 ymiskar hondverkaraútbúgvingar í Føroyum.

Aldurin á nýggju lærlingunum í 2025 lá ímillum 15 og 54 ár, men miðalaldurin var 21,8 ár. Eini 23 prosent av teimum, sum fóru í læru í fjør, vóru yvir 25 ár.

Av teimum 66 útbúgvingunum, sum lærlingar læra til í løtuni, ber til at taka skúlagongdina til 13 teirra í Føroyum.

Til hinar útbúgvingarnar krevst, at lærlingar fara til Danmarkar á skúla. Tað merkir, at í fjør fóru 24 prosent av lærlingunum undir útbúgvingar, har tað krevst, at tey fara til Danmarkar at taka skúlagongdina.

Í fjør komu eisini nakrar nýggjar útbúgvingar. Møplapolstrari, yrkisbóndi við sergrein í húsdjórahaldi, og súkklusmiður, eru allar nýggjar útbúgvingar, sum vórðu góðkendar í fjør. Skúlagongdin til hesar útbúgvingarnar er á donskum skúlum.

Síðan 2023 hevur borið til at taka alla útbúgvingina til kokk í Føroyum, soleiðis at tað slepst undan at fara til Danmarkar á skúla. Undirvísingin er á Tekniska Skúla, TSK, í Klaksvík.

Alaraútbúgvingin varð sett á stovn í 2022, tá fyrstu alararnir byrjaðu á Miðnám í Vestmanna. Fyrsti alarin fekk sveinabrævið í 2025. Í løtuni eru 36 lærlingar á útbúgvingini til alara.

Nógv tey størstu yrkini eru annars tey gomlu hondverkini, maskinsmíð, húsasmíð og elektrikara og 50 prosent av lærlingunum í fjør fóru í læru í hesum hondverkunum.

Umleið 24 prosent av øllum lærlingunum, sum byrjaðu í fjør, nema sær útbúgving í handilsfakunum, har størstu útbúgvingarnar eru søla og skrivstova við ymiskum sergreinum, eitt nú fyrisiting, almenn fyrisiting, logistikk, advokatskrivari, umframt speditión og shipping.

Mest lisið hesa vikuna

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

Í gjár kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19