Ongi úrslit

Meira enn 1.200 næmingar meldaðir til Skúlafótbólt 2021

Í næstu viku verður fyrsta umfar í Skúlafótbólti 2021, tá 8., 9., 10. flokkar og miðnáms, háskúla- og eftirskúlaflokkar fara at kappast í Vági til stóru fótbóltskappingina Skúlafótbóltur

Tíðindaskriv
28. apríl 2021 kl. 15:12

Higartil hava meira enn 1.200 næmingar meldað seg til kappingina, sum verður skipað í mai og juni mánað. Loyvir veðrið tí, so verður spælt úti á graslíkisvøllinum vesturi á Eiðinum, annars verður spælt á graslíkisvøllinum inni í Marghøllini.

Skúlafótbóltur verður skipaður í góðum samstarvi við Bank Nordik, sum er høvuðsstuðul, og við Fótbóltssamband Føroya.

Tilmeldingarfreistin til kappingina hjá 8., 9., 10. flokki og miðnáms, háskúla- og eftirskúlaflokkum er tórsdagin 29. apríl 2021 á midnátt.

Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo - undir Tilmeldingarskjal.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

21 tímar síðan

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44