Ongi úrslit

Meira av tí sama ella nýhugsan, Heidi Lava

Lesarabræv
14. oktober kl. 13:00

Góða Heidi

Sálarligt arbeiðsumhvørvi er eitt trend orð í løtuni. Nøkur ting á økinum venda eitt

sindur øvut í mínum hugaheimi.

Eg fari at loyva mær at seta tær, sum forkvinna í Mentamálanevndini í Tórshavnar

Kommunu og sum umboð fyri Tjóðveldi, nakrar spurningar um dagstovnaøkið.

Dagstovnaøkið fylti nógv til seinasta kommunuval.

1. Hvussu nógv fakfeløg eru á dagstovnaøkinum?

2. Hava øll tíni starvsfólk á dagstovnaøkinum fakfelagsfrælsi?

2.1. Um ja. Hvussu tryggjar tú tær, at hetta vakra hugtakið verður hildið?

3. Eru øll tíni starvsfólk innanfyri galdandi sáttmálar á økinum?

4. Um eitt av tínum starvsfólkum ynskir at skifta fakfelag. Passar tað, at tey skulu

vátta hetta skrivligt framman fyri einum leiðandi námsfrøðingi, sum so skal

senda tað víðari á rætta stað, áðrenn teirra ynski verða skrásett?

4.1. Um ja. Javnvigar hendan eygleiðingin hjá tí leiðandi námsfrøðinginum

við tína tulking av tí vakra hugtakinum fakfelagsfrælsi?

5. Hvussu nógv ársverk innan fyri dagstovnaøkið hjá tær eru mannaði av

hjálparfólkum?

Og við tínari vitan og venjaraútbúgving innanfyri fótbólt:

6. Er tað tín fatan, at hjálparfólk verða spælt góð á dagstovnaøkinum?

6.1. Um ja. Hvussu verða tey spælt góð?

7. Hvat er fakligheit ella yrkisføri í tínum eygum?

Kanska ert tú í samband við mental venjing komin fram á Growth Mindset vs Fixed

Mindset?

8. Ert tú samd við galdandi lønartalvu fyri tínum dagstovnaøki og tínum

hjálparfólkum, at onki hjálparfólk, nakrantíð, við nøkrum øðrum útbúgvingum enn

námsfrøði, undir nøkrum umstøðum kann avrika á sama støði sum ein miðal

námsfrøðingur kann avrika á einum miðal degi?

Vinarliga

Hans á Lag

Pápi at børnum á dagstovni og formaður í Hjálparfólkafelagnum.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

Í gjár kl. 12:19

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17