Ongi úrslit

Meinhard hevur verið glyvraprestur í 25 ár

Tá ið nýggja prestagjaldið á Glyvrum fór av lunnum, skuldi eisini prestur setast at røkja tað, og valið fall á Meinhard Bjartalíð, ið frammanundan hevði verið prestur í Ónagerði á Viðareiði

Meinhard Bjartalíð kann sunnudagin hátíðarhalda, at hann í 25 ár hevur verið prestur á Glyvrum
folkakirkjan.fo/Hilmar Jan Hansen
2. oktober 2025 kl. 15:38

Sunnudagin 5. oktobur verður ein serlig gudstænasta í Glyvra kirkju, nú Glyvra prestagjald hevur 25 ár á baki og 25 ár eru liðin, síðani Meinhard Bjartalíð varð innsettur sum sóknarprestur í tí tá spildurnýggja prestagjaldinum. Eftir gudstænastuna verður móttøka við tí, sum hartil hoyrir.

Tá ið nýggja prestagjaldið á Glyvrum fór av lunnum, skuldi eisini prestur setast at røkja tað, og valið fall á Meinhard Bjartalíð, ið frammanundan hevði verið prestur í Ónagerði á Viðareiði. Fyri hann kendist tað onkursvegna sum at leita aftur til røturnar, tí ættarbond hevur hann í Lamba, har prestagarðurin er.

– Tvær av mínum langommum komu higani. Onnur giftist norður í bóndahúsið Innistovu í Vági í Klaksvík og hin norður í Glasstovuna í Árnafirði, so onkursvegna eri eg komin aftur á slóðina í gomlu bónda- og løgmansbygdini. Her hava forfedrarnir gingið fjøllini, troytt miðini á Lambavík og velt bøin, sigur Meinhard.

Nýggja prestagjaldið fevnir um Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Lamba, Søldarfjørð og Skipanes. Hetta er eitt prestagjald við tveimum kirkjum og einum bønhúsi, og sum nevnt hevur prestur sæti í prestagarðinum á Byrgisheygnum í Lamba.

Óhøgligast til høgligast
– Eg kom frá tí mest óhøgliga prestagjaldinum, Eystan Múla, við tveimum útoyggjum, Fugloy og Svínoy, har eg vanliga fór út seinnapart fríggjadag, og so var eg ikki aftur í Ónagerði fyrr enn mánadag. So eg havi siglt til Fugloyar og Svínoyar við Másanum, har eg bæði havi upplivað brim og kyrru, sigur Meinhard.

Meiri ber til at lesa her

https://www.folkakirkjan.fo/kunning/tidindi/meinhard-verid-glyvraprestur-i-25-ar

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

11 tímar síðan