Ongi úrslit

MBM styrkir sítt fótafesti og hyggur út um landoddarnar

- Vit liva 100 prosent av tí føroyska marknaðinum, men nú síggja vit, at tað eisini er pláss fyri okkara vørum uttanlands – og tað gevur okkum hug at fara víðari, sigur Tony Weyhe

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
21 tímar síðan

Tá 120 føroyskir bøndur fyri fleiri áratíggjum síðani slóu seg saman um at stovna eitt felag fyri mjólkarframleiðslu, vóru tað ikki stórar visjónir, men neyð og nytta, ið trýstu á. Í dag er MBM einasti mjólkarframleiðari í Føroyum – og ein fyritøka, ið bæði røkkur øllum føroyingum og hevur vøkstur fyri eygað uttanlands.  

- Vit innvega meira enn nakrantíð áður, sigur Tony Weyhe, stjóri hjá MBM. Fyrst var talan bara um mjólk og róma, men nú eru yvir 70 vørur í vøruúrvalinum – frá dagligari mjólk, sum verður framleidd og útflýggjað sama dag, til haldførar vørur sum róma, laktosufría mjólk, laktosufrían róma, vaniljukrem og power shake. Eisini eru smør, ísbland og annað. 

Stórur dentur verður lagdur á at vaksa um vøruúrvalið og at menna útboðið. Nýggir smakkir eru á veg, og í byrjanini av næsta ári kemur eitt føroyskt skyr á marknaðin. Samstundis verður arbeitt við einum nýggjum virki í Skálavík, har MBM ætlar at framleiða meira ost. Bygningurin, sum áður hýsti Lido Seafood, er innrættaður av nýggjum eftir teirra egnu krøvum.

Allar vørur verða gjørdar úr  føroyskari mjólk. Tað einasta, sum verður innflutt, eru smakkirnir – teir verða keyptir úr Danmark.
- Alt sum vit kunnu keypa í Føroyum, verður keypt í Føroyum, Tony. 

Støðan er støðug, og mjólkarsølan hevur verið jøvn í nógv ár. Meginparturin av søluni er lættimjólk við D-vitamin – serliga gjørdi hendan mjólkin um seg eftir eina marknaðarføringsreklamu við Pál Weihe. Samstundis er sølan av hinum vørunum vaksin, og felagið er eisini byrjað at útflyta til Grønlands. Umleið 100.000 litrar verða seldir til Grølands um árið. 

Hetta eru haldførar vørur og fyri at gera tað eitt sindur meira sermerkt, hava tey grønlendskan tekst á pakkunum. 

Ein týðandi partur av framgongdini er, at sambandið við føroysku bøndurnar er tætt og virkið. Tað eru javnan limafundir, og bóndirnir hava beinleiðis ávirkan í nevndini. Eftirlit, ráðgeving og persónligt samstarv tryggja góða dygd.  

Bóndin fær í dag 9 krónur fyri hvønn litur av mjólk – til samanberingar fær ein danskur bóndi umleið 4 krónur fyri liturin. Tað er ein stórur munur, hóast danska mjólkin kostar umleið tað sama sum tann føroyska. Hetta vísir, hvussu nógv verður lagt afturat tí donsku mjólkini. 

Ársins gongd merkist eisini í arbeiðnum.
Mjólkin er ein fastur partur av gerandisdegnum, men til høgtíðir broytist alt.
- Vit selja um 55.000 rómapakkar í vikuni upp til jól – tað er næstan ein pakki fyri hvønn føroying, sigur Tony Weyhe.
Í einari vanligari viku verða seldir umleið 12.000 pakkar av róma. Eisini til páskir og aðrar høgtíðir verður framleiðslan økt. Tó kemur mest mjólk um summarið, sum verður goymd og framleidd til haldførar vørur. 

Nýtt virki, nýggjar vørur og støðugur vøkstur eru lyklaorð, men alt byggir á eina kjarnu av góðum føroyskum ráevni og einum felagsskapi millum bøndur og framleiðslu. 

Samstundis arbeiða tey meira virkin við marknaðarføring, bæði fyri at vísa fram vørur og greiða frá framleiðsluni aftanfyri. Tey hava millum annað luttikið á tiltakinum, Slaktinum, og verða við til vinnumessuna, eins og tey hava stuðlað fleiri tiltøkum. Eisini hava tey skipað fyri tiltøkum fyri børn. 

- Vit liva 100 prosent  av tí føroyska marknaðinum, men nú síggja vit, at tað eisini er pláss fyri okkara vørum uttanlands – og tað gevur okkum hug at fara víðari, sigur Tony Weyhe at enda.


Mest lisið hesa vikuna

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

22. oktober kl. 19:00

Sólbjørg er ov kvinnulig fyri summi

23. oktober kl. 22:00

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Nú eru tølini komin á borðið: So stórt bakkast var Galaxy fyri Suðuroynna

22. oktober kl. 16:00