Ongi úrslit

MBCFI25 í dag og í morgin

© Álvur Haraldsen
Jóhanna Højgaard
17. oktober kl. 22:30

Í dag er aðruferð at ølbryggjaríið Mikkeller skipar fyri øl-fagnaðartiltakinum MBCFI25, stytting fyri Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands. Fyrru ferð var í fjør og tá var tað sera væleydnað.

Einans fimm Mikkeller Beer Celebrations eru í alt í øllum heiminum. Umframt í Føroyum, hava tey verið í Japan, Danmark, USA og vera eisini í Kina seinni í oktober.

27 bryggjaríir úr USA umframt úr ymiskum londum í Evropa sýna fram 8 ymisk sløg av øli í fýra sessiónum. Har verður sostatt eitt breitt úrval av øli at njóta og samanbera.

Tiltakið verður í dag og í morgin í Silo, á Vestara Bryggju 15 í Havn.

1500 atgongumerkir vera seld tilsamans, og til ber at velja sær tíðarskeið nær tað passar einum best, tí tiltakið er sum nevn áður í fýra sessiónum:

Gula sessiónin – í dag klokkan 15.00–18.00

Bláa sessiónin – í dag klokkan 19.00–22.00

Reyða sessiónin – í morgin klokkan 15.00–18.00

Grøna sessiónin – í morgin klokkan 19.00–22.00

Matur er eisini at fáa, so eingin nýtist ganga svangur. Matskráin telur fimm ymiskar rættir.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

Í gjár kl. 12:19

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17