Ongi úrslit

Máttu dustsúgva Norðoyatunnilin eftir eitt óhapp í gjár

Ein lastbilur misti flamingoplátur á vegin og tað elvdi til ferðslutrupulleikar eina góða løtu

Áki Bertholdsen
12. sepember 2023 kl. 08:45

Í gjár hendi eitt óhapp í Norðoyatunlinum, sum elvdi til ferðslutrupulleikar eina góða løtu. Ein lastbilur við fullari last av flamingoplátum var á veg ígjøgnum tunnilin.  

Men lastin loysnaði og nakrar plátur duttu niður á vegin, har tær mjólvaðust sundur. Løgreglan sigur, at tað fór so smátt, at tey máttu fáa fatur á einum dustsúgvara frá Klaksvíkar kommunu fyri at fáa flamingukornini upp aftur. 

Hetta tók eina góða løtu so ímeðan uppruddingararbeiðið fór fram, mátti løgreglan vera til reiðar at leiða ferðsluna ígjøgnum tunnilin.

Bilførarin er nú skuldsettur fyri ikki at hava tryggjað sær, at lastin varð spent nóg væl.  

Tað er ikki óvanligt, at slík óhapp henda, at lastbilar missa burtur av lastini á vegin. Tað eru óhapp, sum kunnu vera til stóran vanda fyri ferðslutrygdina og tí verða tey tikin í stórum álvara.

Er talan um farm, sum kann fara av lastini og sum kann vera til vanda fyri onnur, verður ofta lagt upp til, at bilførarin missur koyrikortið treytað.

Men er talan um farm, sum er dottin av lastini og sum hevur elvt til skaða, ella er til vanda fyri onnur, kann talan verða um at førarin missur koyrikortið treytaleyst.

So er spurningurin, hvussu vandamikið tað verður mett at vera at missa nakrar flamingoplátur á vegin.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

Í gjár kl. 20:15

Hetta er national skomm

14 tímar síðan

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35