Ongi úrslit

Máttu bjarga manni úr haganum í Vágum

Áki Bertholdsen
17. august kl. 09:15

Í góðveðrinum í gjár fór eitt ferðalag ein túr niðan á Reynsatind í Vágum. Talan var um eitt føroyskt ferðalag, men á ferðini mistu tey ein mann burtur.

Tað var nógvur mjørki í hæddini og hann var farin eitt sindur burtur frá hinum - og so fann hann tey ikki aftur og tey funnu heldur ikki hann.

Løgreglan varð fráboðað, og tey sendu tyrluna á flog, men hon fekk ikki gjørt nógv í mjørkanum.

Tað eydnaðist kortini at fáa tað nágreiniligu knattstøðuna hjá manninum. Tað er ein serlig skipan, har tey - tá ið tey vita telefonnummarið - kunnu senda eini boð til fólk, sum eru í neyð, og so fáa tey eina heilt neyva knattstøðu.

Tað hendi í hesum føri og so var bjargingarliðið í Vágum sent avstað eftir manninum.

Løgreglan sigur, at. tað gekk bæði skjótt og væl at finna hann og leiða hann oman aftur. Tað var ongantíð nakar vandi á ferð og maðurin var heldur ikki illa fyri upp á nakran máta.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10

Niels Juel Arge er fríttstillaður

Í gjár kl. 16:29