Ongi úrslit

Mátta vaska oljuna av vegnum

Áki Bertholdsen
22. januar kl. 07:42

Fyrrapartin í gjár ringdu fleiri fólk til løgregluna at boða frá, at nógv olja var á vegnum á strekkinum ímillum Fuglafjørð og Gøtudal.

Løgreglan sigur, at tey kannaðu málið og funnu fram til, at eitt tekniskt brek var við einum tangabili og tað elvdi til, at olja lak úr tanganum niður á vegin.

Løgreglan sigur, at Landsverk fekk boðini og har var so mikið av olju, at tey máttu í holt við at vaska vegin fyri at fáa hana burtur.

Løgreglan sigur, at annars stóðust ikki nakrir ferðslutrupulleikar av oljuni.

Og í Kunoy mátti Landsverk eisini til verka, tí har vóru stórir steinar rapaðir oman á vegin, so eisini har mátti vegurin ruddast. Heldur ikki tað elvdi til nakrar ferðslutrupulleikar sum so.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Danskur ráðharri: Sjúrður er a pain in the a**

1. mars kl. 16:41