Ongi úrslit

Matmarknaður á Mentanardøgunum í Fuglafirði leygardagin

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
1. sepember kl. 19:00

Leygardagin 6. september frá klokkan 11.00  til 14.00 verður árligi matmarknaðurin á Mentanardøgunum í Fuglafirði aftur á skránni. Síðan fyrstu ferð í 2016 hevur marknaðurin verið sera væl vitjaður, og áhugin veksur ár fyri ár – bæði millum føroyingar og ferðafólk.


Endamálið við matmarknaðinum er at varpa ljós á føroyskar matvørur og geva bæði stórum og smáum framleiðarum høvi at vísa sítt tilfeingi fram. Á matmarknaðinum verður møguleiki at fáa smakkiroyndir, tosa við framleiðarar og keypa alskyns føroyskar vørur.


Til tey sum ætla at bjóða smakkiroyndir og selja, so verður skipað fyri básum til allar luttakarar, har teir kunnu bjóða brellbitar og greiða frá sínum vørum. Lagt verður upp til, at fólkini aftanfyri framleiðsluna sjálvi standa á odda fyri upplivingini.


Um ivamál eru, kann man seta seg í samband við Mentanartoymið í Fuglafjarðar kommunu, á telefon 238014


Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47