Ongi úrslit

Martin verður vongverji í vinstru

Hjá landsliðsvenjaranum hava ivamálini at taka støðu til verið, hvør verður vongverji í vinstru, og hvør verður fremsti maður

Jóannes Hansen
8. oktober kl. 22:59

Klokkan 19.45 í annaðkvøld fer Javier Alberola Rojas úr Spania at bríksla fyri fyrstu ferð á Tórsvølli, har Føroyar hava vitjan av Montenegro.

25. mars vóru Føroyar í Montenegro, og tá var tað øgiligt vónbrot, tá ið heimaliðið í 97. minutti og við síðsta sparkinum í dystinum skoraði 1-0 sigursmálið.

Henda dagin í mars var føroyska landskappingin tvey umfør gomul, meðan teir í Montenegro vóru mitt í kappingini. Nú er føroyska kappingin 25 umfør gomul, og spælararnir eru heilt væl fyri. Í Montenegro eru spælararnir av álvara komnir í form, tí har er landskappingin 11 umfør gomul.

Burtursæð frá René Shaki Joensen eru allir teir á listanum í morgin, sum vóru millum teir fyrstu ellivu í Niksic í Montenegro, og burtursæð frá Noah Mnenéy eru teir framvegis í hópinum, sum vórðu skiftir inn í Montenegro.

Ta ferðina var Hallur Hansson alla tíðina á beinkinum. Tað er greitt, at hann verður ikki á vøllinum í morgin. Tað kemst av, at knæskaðin argar so mikið, at tað ikki verður hildið at vera ráðiligt at lata liðformannin spæla í morgin. Kanska verður hann tøkur sunnukvøldið, tá ið Kekkia verður mótstøðuliðið, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.

Sammett við liðið í Montenegro sær tað út til út frá venjingunum hesa vikuna, at tað umframt útskiftingina av René Shaki Joensen vera tvær aðrar broytingar.

Onnur broytingin er, at Martin Agnarsson tykist vera frammanfyri Viljorm Davidsen í kappingini um vinstra vongverjan. Martin stendur seg væl í Aarhus Fremad í næstbestu donsku deildini, og hann var millum teir fyrstu ellivu í Gibraltar, tá ið hann skoraði føroyska 1-0 sigursmálið.

Og hin broytingin er, at Árni Frederiksberg, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin í Montenegro, í morgin verður millum teir fyrstu ellivu. Hann avloysir Petur Knudsen, sum í Montenegro var millum teir fyrstu ellivu, og sum nú er komin fyri seg aftur, eftir at hann síðani vinadystin grundlógardag í Georgia hevur verið skaddur.

Mattias H. Lamhauge er sjálvskrivaður málverji, og málverjarnir á beinkinum eru Bárður á Reynatrøð og Bjarti Vitalis Mørk.

Teir tríggir miðverjarnir eru sjálvskrivaðir – Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Andrias Edmundsson. Arnbjørn Svensson, sum avloysir skadda Samuel Johansen Chukwudi, verður á beinkinum.

Jóannes K. Danielsen er vongverji í høgru frammanfyri Jann J. Benjaminsen, og Árni Frederiksberg og Hanus Sørensen vera í hvør sínum borði á miðvøllinum. Tað vil siga, at Adrian Justinussen og Jóannes Bjartalíð vera millum teir á beinkinum.

Brandur Hendriksson Olsen er sjálvskrivaður sentralur miðvallari. Undir liðini á honum verður Jákup B. Andreasen, meðan Géza Dávid Turi verður á beinkinum

Umframt Petur Knudsen eru Jóan Símun Edmundsson, Páll A. Klettskarð og Meinhard E. Olsen boð upp á álopsplássið, og tað er sannlíkt, at fremsti álopsspælarin verður Meinhard E. Olsen.

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg, Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen, Hanus Sørensen – Meinhard E. Olsen

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53